Vit bóðu 6-8 tímar um dagin
“Tá ið kríggið byrjaði, búðu tíggju fólk í mínum heimi. Vit savnaðust til bøn í kjallaranum. Eg havi ongantíð áður biðið soleiðis. Vit bóðu 6–8 tímar um dagin. Vit smurdu húsið við olju og bóðu um Guds vernd og verju og vit lósu sálma 91 aftur og aftur.
“Tá eg fór úr Ukraina, mátti eg fara ígjøgnum russisk trygdareftirlit. Tað var ein torfør støða. Eg bað sálma 91 í bilinum allan vegin. Onnur fólk vóru tikin av russum og sett í fangahús, við hettu yvir høvdið. Men vit komu ígjøgnum. Tað var eitt undur.
“Gud legði sálmin í mítt hjarta. Og nú vil eg lýsa sálmin sum vernd og verju, og eg trúgvi tí, sum har stendur skrivað.”
“Tað sigur mær, at Gud livir og hjálpir mær. Orðið talar um Guds almátt. Tá ið tú lesur hetta og trýr tí, so verður tað eitt vápn. Vit trúgva, at bardagi okkara er ikki móti menniskjum, men andaligur. (Ef. 6,12)
“Tað kennist framvegis satt, hóast alt tað, tú sært rundan um teg. Eg trúgvi, at vit eru undir hansara veingjum. Tað er fantastiskt. Hesin sálmur er veruligur og livandi fyri okkum. Tað eru ikki bara orð í eini bók – tað er veruligt lív. Eg trúgvi hesum. Eg trúgvi, at einglar hansara verja meg. Hetta eru lyftir frá Gudi.
“Nú eri eg í Bretlandi, og eg kenni ikki framtíð mína, men eg líti fult og fast á Gud. Hann er mín vernd og verja.”
Kelda: Bible Society/Hazel Southam
.