Guddómlig girnd 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hasa haldi eg ikki, tú fært selt,“ segði hann og nikkaði móti bókini, eg var í ferð við at leggja fram á bókaborðið. Eg stóð í leguhúsinum og legði nýggjar bókmentir fram – bøkur, sum eg vónaði, at onkur kundi fáa gleði av. Men møguliga hevði hann grein í sínum máli. 

Bókin, vit tosaðu um, eitur Bedre sex… og mere af det”. Ein framúr góð bók. Klók, kærleiksfull og erlig – og skrivað við atliti fyri kristnum hjúnalagi og tí viðkvæma, sum vit kalla samlív. 

Tað bleiv, sum maðurin segði: Bókin varð ikki seld. Hon liggur har enn, fýra ár seinni. Kanska eitt sindur støvut, men enn líka viðkomandi. 

Vit vita tað jú væl 
Sex finst. Tað rørir við okkum. Og tað ávirkar bæði okkum og okkara hjúnaløg. 

Tó so tosa vit sjáldan um tað – í øllum førum ikki millum missiónsfólk. Og tað er okkurt sunt í tí. Nærlív hevur brúk fyri mørkum, og tað mest privata hoyrir ikki heima í almenna rúminum. 

Men kanska er tøgnin vorðin so sterk, at vit hava trupult við at viðgera evnið – eisini í tryggum rúmum, har tað kundi styrkt hjúnalagið. Kanska hava sex og girnd fingið stemplið “ov privat.” Ella kanska hava vit – uttan at vilja tað – fingið kensluna av, at girnd í sær sjálvum er eitt sindur óreint. 

Sum um girnd – eisini í sínum vakrasta líki – ikki heilt kann sameinast við trúgv og gudsóttan. 

Og so verður tað brádliga ov viðkvæmt, um onkur leggur merki til, at vit hava eitt samlív – og kanska vilja gera tað betri. 

Men veruleikin er: Vit vita tað væl. Øll. Sex er ein týdningarmikil partur av hjúnalagnum – eisini í kristnum hjúnaløgum. Og vit vita eisini, at eitt gott samlív – sum eisini fevnir um eitt gott sexlív – kann vera bæði vakurt og torført. Viðhvørt eisini samstundis. 

Tí er tað ikki eitt tekin um veikleika at vilja læra. Tvørturímóti er tað eitt tekin um kærleika og ábyrgd. Og um tú ikki fært keypt tær bøkurnar um sex og samlív, sum tú hevur tørv á – so kanst tú byrja við tí, tú longu eigur heima: 

Hásongurin
Tað er ikki uttan orsøk, at onkur hevur kallað Hásong Sálomons fyri “erotikkin í Bíbliuni”. Her møta vit lýsingum av likami, girnd, longsli og njóting – men tað er ein girnd, ið leitar eftir hinum elskaða, ikki sær sjálvum. Talan er um alsk og sansaligan kærleika millum mann og kvinnu. Og longu í teimum fyrstu reglunum merkja vit styrkina: 

Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín“ (Hás 1,2). 

Her eru girnd og kærleiki samantvinnað. Og mitt í longslinum merkja vit kanska ein djypri sannleika: At kærleikin millum tvey menniskju er ein gáva, sum hevur sín uppruna í Gudi sjálvum. 

Girnd, ið letur himmalin upp 
Tí tað er her, Sálomon í Hásonginum ger nakað radikalt: Hann staðfestir, at girnd og kærleiki hoyra óloysiliga saman. Her er girndin ikki krevjandi – men gevandi. Hon er tengd at øllum menniskjanum, heilt inn í tað innara, og vil ofra alt fyri hin elskaða. Her verður kærleikin sterkur sum deyðin, og girndin brennur sum ein logi Harrans (Hás 8,6). 

Her er girndin vøkur – og eigur at verða vird. Girndin vísir seg brádliga sum ein lívsbroytandi ovurhugi, sum bindur brúðrina saman við brúðgominum, og gerst ein heilag gáva, sum peikar aftur á Hann, sum sjálvur er upprunin til kærleikan – og tann, sum setir karmarnar um samlív teirra. 

Tí í yrkingini í Hásonginum goymir seg nakað uppaftur størri. Tað er søgan um Hann, sum stendur og bíðar. Sum ein maður, ið við elskandi eygum leitar eftir brúður síni. Hann sær hana og fyllist við vón, tá ið hann rættir hendurnar fram fyri at nema við hana. Hann kallar hana sína elskaðu, sína vøkru. Kom. Og hon veit tað: Ongin annar sær hana soleiðis. 

Tá ið hon ivast, verður hann standandi. Tá ið hon vendir sær burtur, brotnar hjarta hansara – men hann verður standandi. Hann er trúfastur. Hann verður verandi. Kærleikin í eygum hansara er sterkur sum deyðin. 

Og brádliga eru vit ikki longur bert í einum sovikamari. Vit standa framman fyri Gudi. Hinum æviga brúðgóminum, sum leingist eftir fólki sínum. Sum bíðar, kallar og elskar við brennandi kærleika. 

Soleiðis er Hásongurin bæði ein spegil og ein hurð: Ein spegil, har vit kunnu spegla okkum og hjúnaløg okkara. Og ein opin hurð, har vit kunnu síggja inn til Hansara, sum elskar okkum við einum kærleika, sum bindur – og setur okkum í frælsi. 

Tá ið girndin speglar Skaparan 
Vit skulu ikki andliggera sex – men vit skulu heldur ikki undirmeta, at eldheit girnd hevur fingið eitt heilt serligt pláss í Bíbliuni. Girndin er ikki ímóti trúnni. Hon er ein partur av tí menniskjalívi, Gud hevur skapt í sínum egna líki – og speglar eisini nakað av Guds egnu trá: 

Eins og brúðgómur fegnast um brúður, so fegnast Guð tín um teg(Jes 62,5). 

Girndin hevur ein ómetaligan mátt í menniskjalívinum. Hon kann føra okkum nærri hvørjum øðrum í djúpum áliti og samanhaldi, men hon kann eisini órógva sambond og skapa frástøðu, tá ið hon vendir sær burtur frá hinum elskaða og søkir sítt egna nøgdsemi. 

Júst tí mugu vit taka girndina í álvara. Vit mugu arbeiða tilvitað og kærleiksfult við henni – so hon verður formað av trúfesti, virðing og eftirlíkan og ikki glíður yvir í ræðslu, kulda ella skomm. Tá ið vit viðurkenna girndarinnar pláss og styrki, verða vit eisini kallað at vaksa í vísdómi og virðing. Tað krevur tíð, samtalu og vilja at læra. 

Vit skulu ikki deila tað mest inniliga í almenna rúminum. Kærleikin trívist best undir tryggum kørmum. Men tað er bæði gott og klókt at leita eftir vitan, kunnleika og hjálp, tá vit arbeiða við hjúnalagnum – eisini á tí seksuella økinum. 

Tí tá vit tora at taka kærleikan í álvara – eisini har sum vit deila likam, longsul og nærleika – verður hjúnalagið eitt stað, har vit verða formað saman og sleppa at síggja ein farra av Gudi.