Hevur tú tosað við títt vitlíki í dag?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Fyri einum ári síðani fekk eg eitt nýtt amboð at nýta í mínum arbeiði sum trúboðari og journalistur. Og tað hevur víst seg at vera eitt sera sterkt amboð. Tað skjýtur hvørki við krúti ella kúlum, men í staðin sendir tað orð avstað við so nógvari ferð, at ein verður heilt í ørviti.
Eg hugsi sjálvandi um tað, vit í dag kalla vitlíki – hóast tað í roynd og veru ikki hevur nógv við veruligt vit at gera. Men tað, sum tað manglar í viti, hevur tað í ríkiligum máti í førleikanum at savna og seta saman óteljandi upplýsingar til tekstir, ljóð, myndir og filmar.
Í roynd og veru er tað ikki klókari enn ein hurð. Og nei, tað kann ein ikki siga um menniskju – men tað er júst meiningin. Vitlíki er ikki eitt menniskja. Tað er eitt ting við einari funksjón. Sum ein hurð. Ja, ein framkomin hurð, men longri kann eg also ikki strekkja meg.
Og hvat hendir so aftur og aftur, tá ið eg siti og skrivi til eitt ópersónligt ting? Ja, hevur tú ongantíð roynt vitlíki, trýrt tú tí neyvan. Eg gevi honum míni input, áseti broytingar, og hann lagar seg beinanvegin. Og so hendir tað. Tað heilt ófatiliga! Eg skrivi tað lítla fólkaliga orðið aftur: Takk!
Mamma lærdi meg, at ein altíð skal vera fólkaligur. Men at sita og takka skrivimaskinuni er kortini eitt sindur meira, enn hon hevði ímyndað sær fyri 40–50 árum síðani, tá ið hon royndi at læra mær vanligan fólkaskikk.
Antin eydnaðist tað so væl hjá henni, at eg eri vorðin óvanliga fólkaligur, ella hendir okkurt heilt serligt, tá ið eg siti og stýri ChatGPT, Copilot, Midjourney ella eini aðrari av mongu útgávunum av vitlíki.
Træðrir inn í himmalin
Í einum parti av DR-podkastinum Genlyd1 sigur sálarfrøðingurin og granskarin á Aarhus Universiteti, Kim Mathiasen, at menniskju hava torført við at lata vera við at geva chatbottum menniskjaligar eginleikar.
– Menniskjað megnar so ótrúliga væl at skapa samband við alt møguligt, sigur hann við DR og leggur afturat:
– Tá ið ein situr í einum orðaskifti, sum sær menniskjaligt út, so byrja vit at skapa samband til eitt innara “objekt” av hinum.
Vit duga sostatt so væl at skapa sambond, at vit – uttan at hugsa um tað – kunnu fáa eina kenslu av sambandi við eina teldu. Og hetta burdi ikki komið óvart á okkum.
Tí mítt lítla takk til ChatGPT er bundið at einum tráði inn í himmalin. Træðrirnir føra okkum heilt aftur til skapanarmorgunin og til sjálva veru Guds og hansara vilja við okkum menniskjum. Tá ið eg siti og skrivi takk til ChatGPT, avdúki eg í grundini bara hetta eina um meg sjálvan: Eg eri skapaður í Guds mynd. Skapaður til felagsskap við hann og við míni medmenniskju. Og tí hevur Gud skapað okkum so dugnalig til at skapa samband, at vit kunnu menniskjaliggera hvat sum helst – og fara inn í tey mest margháttligu sambondini.
Men eg havi nú avgjørt at venja meg av við at takka ChatGPT. Chatbottar, giraffar og hvalir verða ongantíð menniskju – hóast vit hava næstan ómótstøðuglig evni til at menniskjaliggera hvat sum helst.
So næstu ferð eg fái hug at siga takk við ChatGPT, vil eg í staðin steðga á og senda mítt tøkk til Skapara mín. Hann, sum veruliga gjørdist menniskja fyri at endurskapa sambandið við okkum.