Veking á veg? Ung venda sær til Kristus

Tað eru nøkur ting, sum ein næstan ikki torir at siga hart, tí ein er bangin fyri at oyðileggja tað, sum ein er so góður við. Sum fyrsta forelskilsið, sum ein hevur fjálgað um uttan at siga nakað av ótta fyri, at tað kundi spillast. Við bivan roynir ein tað varisliga, letur eitt orð detta her og eitt annað har. Smátt um smátt roynir ein, um kærleikin tolir at verða sagdur hart. 

Nakað soleiðis kennist tað at tosa við kirkjuleiðarar í norðurlondum í hesum døgum. Seinastu fáu árini eru smílini vorðin størri og størri. Og seinasta árið eru eisini smáar, hóvliga orðaðar viðmerkingar komnar, tá ið ein hevur tosað við teir undir fýra eygum. Og tey góðu tíðindini, sum teir ganga og verja, er, at tað sær út til, at ung í vaksandi mun leita sær inn í kristnar felagsskapir. 

Tað eru bæði menn og kvinnur, sum eru byrjað at søkja meira til kirkjuna. Men fleiri staðni er tað ein yvirvág av ungum monnum. Tað kann undra, tí vit hava verið von at síggja, at kvinnur hava fylt meirilutan í mongum samkomum. Men júst nú sær út til, at tað í mongum støðum eru teir ungu menninir, sum eru mest opnir fyri Kristusi. 

Hví nú? 

Tá vit hyggja í stóru søgubókina, hava menniskju havt lyndi til at leita til høgru, tá torført hevur verið. Kríggj, sjúkur og trong lívskor hava altíð fingið fólk at leita sær hjálp bæði hjá Gudi og hjá høgra politiska veinginum. 
Men tá vit hyggja at norðurlondum, er onki beinleiðis kríggj. Vit sluppu væl ígjøgnum koronu­farsóttina, sum nú er við at verða løgd afturum okkum. Og okkara ríkidømi er størri enn nakrantíð. 

LES EISINI  Trý stig, sum kanska kunnu føra til veking

Kortini kunnu vit staðfesta, at hendan sama kreppumekanisman er virkjað: Nógv fólk kenna, at tey mitt í sínum ríkidømi eru ótrygg og strongd. Tey hava mist sín samleika, sum ikki longur verður formaður av familju ella kyni, og tey vita ikki, hvørji tey sjálvi eru. Samstundis merkja tey ótryggleika og strongd, meðan nógv hava mist álitið á, at kærleikin yvirhøvur finst. Tí vaknar ein vaksandi fatan av, at nakað annað og betri má finnast. Og tí síggja vit aftur eina politiska og átrúnaðarliga flyting til høgru, har man bjóðar nøkur svar upp á trupulleikar, sum menniskju eru við at kvalast av. 

Tí er tað týdningarmikið, at vit sum kristnar samkomur eru greið og til reiðar at taka ímóti teimum, sum eru móð og bera tungar byrðar. Vit skulu vera klár at vísa teimum Hann, sum kann geva teimum frið. Men samstundis skulu vit eisini vera klár at síggja váðan fyri, at kirkjan sjálv byrjar at sveiggja í mentanar­stríðnum og harvið minkar niður til at vera enn ein høgra­politisk rørsla. 

Tað er nú, vit mugu lyfta okkum upp um slíkt og standa fast sum Guds Kirkja, sum hevur Kristus sum upphav og sum mál. Alt snarar seg um hendan eina: Kristus, og einans hann. 

LES EISINI  Heilagi Andin rørir menniskjur í Suðurnoregi

Sum á Jesu døgum  

Nógv bendir á, at ein veking er ávegis. Men tað er ikki ein tung kensla av skuld og skomm, sum fær menniskju at rætta hondina út móti Jesusi. Soleiðis var tað heldur ikki fyri 2000 árum síðani: Tá vit lesa frásagnirnar um Jesus, síggja vit, at næstan ongin kom til hansara fyri at fáa fyrigeving. Ríki ungi maðurin er einasta greiða dømið – og hann varð ikki fyrigivin. 

Tey flestu komu av øðrum grundum: tí tey vóru sjúk, tí tey manglaðu breyð, tí tey vildu hava signing yvir børn síni, ella tí teimum longdist eftir undirvísing. Jesus avvísti tey ikki. Hann lurtaði, nøktaði teirra tørv – og gav teimum samstundis nakað meira, enn tey sjálvi høvdu biðið um: fyrigeving, frið, frelsu. 

Nakrir av teimum ungu monnunum, sum nú søkja inn í kirkjuna, leita kanska eftir eini patriarkalskari skipan, har teir kunnu endurvinna ein maskulinan samleika, tí teir hava uppgivið kærleikan og kenna seg sviknar av kvinnum. Aðrir royna at sleppa undan relativismunnar manglandi morali. Summir koma fyri at finna seg sjálvar uttan at vita, at tað ikki hendir, fyrrenn teir læra at síggja seg sjálvar við Guds eygum. 

Hvat merkir hetta fyri okkum? 

Tað er ikki avgerandi, hví tey koma til Jesus. Men okkara reaktión kann fáa sera stóran týdning. Tí er tað týdningarmikið, at vit læra at: 

  • síggja longsulin handan leitanina: Tá tú møtir onkrum, sum vendir sær til “høgru” ella “vinstru”, so spyr teg sjálvan: Hvør longsul liggur aftanfyri? Ofta er tað tørvurin á kærleika, tryggleika, samleika ella meining. Hesin longsulin kann verða eitt byrjanarstøði fyri evangeliið. 
  • vera opin fyri løgnum motivum: Fólk kunnu koma til kirkjuna av grundum, vit ikki heilt skilja – og onkuntíð av grundum, vit halda vera skeivar. Men Jesus avvísti ikki tann, sum søkti hann, uttan mun til motiv. Vit mugu læra at taka ímóti og peika á hann, sum kann geva teimum tað, tey ikki vistu, at tey høvdu tørv á. 
  • standa fast á Kristusi: Tá pendulið sveiggjar millum høgru og vinstru, mugu vit standa á evangeliisins grundvølli. Ikki gera trúnna til eina politiska verkætlan, men halda fast við, at tað er Kristus einsamallur, sum er Vegurin, Sannleikin og Lívið. 
  • liva fyrigevingina: Heimurin manglar náði – bæði á vinstra- og høgravonginum. Vit kunnu liva øðrvísi við at vísa, at fyrigeving er møgulig. Tað er kanska sterkasti vitnisburðurin í eini tíð, har bæði útihýsing og harðar dómir eru vanlig. 
LES EISINI  Verulig veking sambært Martyn Lloyd-Jones

Sum kristin eru vit kallað at taka ímóti teimum hondum, sum rætta út. Ikki fyri at draga tey inn í okkara hugsjónarligu legu, men fyri at leiða tey inn í møtið við Kristus. Tí har, og bara har, finna menniskju tað, sum tey ikki vistu, at teimum longdist eftir: fyrigeving, frið og lív. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina