THAT YOUNG MAN
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Eg gangi og mali, tí okkurt er galið
Í Utah ein kúla við múla við skúla
Við deyða so harðlig fann vegin til Charlie
Sum sat har við borðið og boðaði orðið
Um frælsið á torgum á setri ein morgun
Við dirvi ein svanur, ein kriki so vænur
Kirk kørg var tín lagna
Men frælsið vit fagna
Um røddin er tagnað
Ja, okkurt er galið, um Charlie eg tali
Á kletti ein kongur hjá mongum ein fongur
Ein pápi so glaður, ein ektaður maður
Eitt startskot á tungu, sum rakti tey ungu
Ein veking, ein nagli, ein uppreisn á vagli
Eitt sáðkorn frá Gudi við ferfaldum luti
Eitt ekkó á foldum
Nú er undir moldum
Eitt setepli vakurt í himli
Nú alt er á gosi, um Charlie eg tosi
Forfylgdur av Feyk News, ein pressa við Kirk djús
Sum sevja í roti mong like’aðu skotið
Við niðrandi stíli so rúmlig við smíli
Ja, hetta er móti – við nevum og gróti
Tey steinaðu Stefan – við kúlu, sum teg fann
Við Jesusar náði og yndi
Vit sóu títt trúfasta lyndi
Eg kann ikki tiga, men hvat skal eg siga?
Systemið er friðað, tí vit skulu tiga
Og vit skulu bakka, men tú vildi snakka
Og vit skulu bukka, systemið er lukkað
Men takk fyri Charlie, tín søga var harðlig
Ja, nú er hon skrivað, tí tú hevur livað
Tú vart ein av okkum, ein flokkur av slokkum
Um fjøldin er farlig, so eru vit Charlie
Nú trúgvin er skógvað
Og stjørnurnar glógva
Tað hevur tú prógvað
…
Við andakt vit sótu í undran og grótu
Sum lykil og leinkja, tá Erika einkja
Tók orðið á palli og javnaði fjallið
So vøkur og varlig hon elskaði Charlie
Nú stóð hon við borðið og stamaði orðið
Við skelvandi knøum og 11 døgum
THAT YOUNG MAN… I FORGIVE HIM
Ein angi so søtur
Tær ríkastu løtur
Við frelsarans føtur
(Luk. 23,34)