Kjak um fosturtøka: Tora vit at viðurkenna veruleikan?

John Mortensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í dag varð uppskot um nýggja fosturtøkulóg lagt fyri Løgtingið. Nógv er skrivað og sagt, men eg havi hug at gera nakrar viðmerkingar til kjakið.

Í sendingini Vikan í KVF í vikuskiftinum var kjak um fosturtøku. Har, eins og í Løgtinginum í dag, kom m.a. fram – sum eg haldi vera áhugavert – at tey, sum eru fyri fríari fosturtøku, ikki vilja fyrihalda seg til barnið, ella nær talan er um lív.

Sannleikin er, at fosturtøka ikki kann forsvarast – hvørki biologiskt, moralskt ella etiskt. Veruleikin er, at einasti máti at verja fríari fosturtøku er at tosa um javnrættindi, kvinnurættindi og viðhvørt enntá mannarættindi. Í argumentatiónini fyri fosturtøku verður barnið ikki nevnt við einum orði.

12, 18 ella 22 vikur

Í Danmark er markið 18 vikur, og í Íslandi er tað 22 vikur. Yvirlivismarkið hjá ov tíðliga føddum børnum er umleið 24 vikur, meðan metið í Danmark er 21 vikur.

At lond loyva fosturtøku av børnum, sum eru á markinum at kunna yvirliva, um tey vóru fødd, er ein moralsk og etisk glíðubreyt, sum er trupult at seta orð á.

LES EISINI  Umstrítt lógaruppskot í Slovakia felt: Eingin fosturtøka, fyrrenn tú hevur hoyrt hjartaljóðið

Um 22 vikur er ov seint – hví so ikki 18 ? Hví akkurat 12? Her manglar logikkkur. Um eitt vit rokna tað fyri eitt barn í viku 13, so er tað eisini eitt barn í viku 11.

Í sendingini Vikan bleiv spurt: “Hvat er eitt fostur, og nær eru vit menniskju?” Einasta svarið var: “Eg fari ikki at lata meg provokera av spurninginum.” Og svarið var tað sama í Løgtinginum í dag. Vit skulu lóggeva, hvat eitt barn er, og nær tað hevur rætt til verju, uttan at tora at tosa um tað.

Tí er mín pástandur, at fyri at vera fyri fosturtøku, er neyðugt at tvíhalda um, at talan ikki er um eitt barn, men heldur kalla tað eitt fostur. Endamálið er at dehumanisera barnið – ella í øllum førum at nokta fyri, at talan kann vera um eitt barn. Tí verður játta, at talan er um børn, fellir korthúsið saman.

LES EISINI  MAMMUHJÁLPIN SØKIR SAMSKIPARA!

Í Løgtinginum var sama søga. Fleiri ferðir bleiv spurt, hvørji rættindi børn í móðurlívi hava. Og hvørja ferð var svarið uttanumtos t.d.: “Vit mugu hava álit á føroysku kvinnuni.” Also… vildi eingin svara.

Uttanumtos

Hetta er ein vánalig samanlíkning, men um vit ímynda okkum, at ferðsluhámarkið á føroyskum vegunum var flutt til 130 km/t. Kundu vit so sagt, at vit mugu hava álit á føroysku bilistunum?

Ella gevur hetta argumentið meining í einum donskum samanhangi?

Í Danmark eru umleið 15.000 fosturtøkur árliga – í miðal 251 fosturtøkur fyri hvørjar 1.000 barnsburðir. Í Føroyum eru í miðal 39 fosturtøkur fyri hvørjar 1.000 barnsburðir.

Skulu vit so siga, at vit hava álit á føroyskum kvinnum, men ikki á teimum donsku? Hvussu við teimum grønlendsku, sum framdu 1.000 fosturtøkur í 2023? Hetta er ikki eitt argument, men uttanumtos og spin, men tað riggar.

“Mín kroppur, mítt val,” siga tey.

Men nei – tað eru tveir kroppar, hvør við sínum DNA. Barnið hevur sjálvstøðugan tørv á, at mamman ber tað í verðina. Men tað er eitt menniskja við mannarættindum.

LES EISINI  Danmark: Etiska ráðið mælir til at hækka fosturtøkumarkið til 18. viku

Mamman og pápin hava eisini rættindi – ymisk rættindi. Men í øllum lógum er tað soleiðis, at tú ongantíð hevur rætt til at brúka tín fría rætt at gera skaða ella mein á onnur. Tað er tað, sum verður gjørt her.

Tørvur á veruligum kjaki

Í hesum tíðum hevði eg vónað, at mótstríðandi partar veruliga kundu fyrihalda seg til argumentir, virðir og lívsáskoðanir. Men eftir at hava lurtað eftir politikarum allan dagin, er lítil bati at hóma.

Kanska megnar KVF – ella onkur annar – at fáa eitt veruligt kjak í lag. Eitt kjak, har tað veruliga snýr seg um at blíva klókari og fyrihalda seg til innihaldið í argumentunum, heldur enn bara at skjóta aftur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina