Jens Péturson til minnis

2. oktobur andaðist Jens Albert Péturson, føddur Splidt, ættaður úr Nesi í Vági, búsitandi í Reykjavík, 103 ára gamal.

Í barnaheiminum á Nesi fingu Jens og systkini gott í beinini og í hjørtuni, bæði handaliga og andaliga.

Sum ungur maður kom Jens til Íslands at arbeiða undir seinna heimsbardaga. Hóast hann kom aftur til Føroyar, fór hann seinni aftur til Íslands. Hann og Maja, sum var úr Hovi, gjørdust væl og giftust í 1950. Tey búsettust í Íslandi og fingu fýra børn.

Eftir kríggið og fram til 1968 sigldi Jens við íslendskum trolarum. Eftir tað var hann heimamaður og hevði ymisk størv. Hann arbeiddi fleiri ár eftir pensjónsaldur.

Maja og Jens búðu fyrst á Akureyri og fluttu síðan til Reykjavíkar. Seinni búsettust tey í Hafnarfirði, har Maja andaðist í 2007. Fyri umleið fimm árum síðani flutti Jens í íbúð í Reykjavík.

At Jens var kendur av fleiri føroyingum, kemst óivað mest av hansara arbeiði á og út frá føroysku sjómansstovuni í Reykjavík, sum var vígd í 1958, og seinni frá sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, sum var vígd í 1991.

LES EISINI  Takk Gud fyri Petur Jacob Sigvardsen

Tá ið Jens fór í land at arbeiða, gjørdist hann virkin á Sjómansstovuni. Hann kom við í leiðsluna, og var við har í áratíggju. Hann var ein av eldsálunum aftan fyri Ørkina. Síðani var Jens ein av ídnastu hjálparfólkum til viðlíkahald og annað arbeiði á Ørkini. Eisini var hann ein av trúgvastu og ídnastu luttakarum til møtir og onnur tiltøk, sum hava verið á Ørkini. Mong minnast og fingu gott av hansara vitnisburðum um Jesus. Hann luttók eisini á gudstænastum, á møtum hjá SIK og KFUM og var íðin Gideonmaður, sum deildi bíbliur út.

Ein fyrimynd
Jens var ein fyrimynd á mongum økjum. Hann var sera fyrikomandi, fryntligur, hjartagóður, hjálpsamur, trúfastur og var livandi upptikin av, hvussu fólk høvdu tað – ikki minst kristiliga. Jens hevði góða heilsu og var likamliga virkin og óvanliga væl fyri heilt upp í ellisár. Hann endurnýggjaði koyrikortið í somu viku hann fylti 100 ár, hóast hann ikki koyrdi nógv eftir tað. Hann var ein sannur ”gentlimaður”, sum í mong ár koyrdi fólk til og frá møtum á Ørkini. Vóru tey illa gongd, so leiddi hann tey.

LES EISINI  Minningarorð um Leivur Nattestad

Hann var skemtingarsamur og góðsligur, og tí var tað bæði stimbrandi og stuttligt at vera saman við honum.

Vit eru mong, sum hava sitið væl bæði í bilinum hjá Jens og í heimi hansara. Fleiri ferðir var hann við mær á skipsvitjan. Hann tænti Gudi við at tæna menniskjum. Hann var fleiri ferðir ”ferðaleiðari” hjá sjómanskvinnuringum, sum vitjaðu á Ørkini.

Nógv gott kundi verið skrivað um Jens. Lítillátin og gudsóttandi sum hann var, dámdi honum ikki rós. Kortini skal hann fáa bæði tøkk og rós. Tað fekk hann eisini, bæði tá Ørkin var 25 ár og tá hann fylti 100 ár og hevði føðingardagin á Ørkini.

Bønarmaður
At Jens var merktur av Jesusi og sinnalagið hansara, komst mest av, at hann nýtti tíð og kvirru saman við Jesusi og bíbliuorðinum. Hann mundi biðja meira enn hann tosaði – og tað er ein kristin dygd.

Tá ið Jens, nærum 100 ára gamal, flutti í íbúðarblokk, har umleið 90 eldri fólk búðu, spurdi hann Gud, hvat hann skuldi gera har. Tá minti Gud hann á, at nøvnini á fólkunum stóð uttanfyri hvørja íbúð. Hann kundi ganga runt í bygninginum og biðja fyri fólkunum, samstundis sum hann fekk likamliga venjing av gongdini. Tað gjørdist uppgáva hansara, so leingi hann orkaði.  

Jens var ikki eitt halgimenni. Hann frøddist yvir, at Guds náði var nýggj hvønn morgun, tí hann tørvaði hana. Kortini renna mær til hugs orðini hjá svenska biskupinum, Nathan Søderblom: ”Halgimenni er hvør tann, sum við lívinum prógvar at Gud er til!”

Vit eru mong sum takka Gudi fyri Jens. Takk Jens!

LES EISINI  Bróðir Andreas 1928-2022 

Børnunum og familjum teirra verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina