Hugleiðing eftir fyrilestur hjá Kathrine Lilleør hin 27. oktobur
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
HVUSSU VERÐA VIT MEIRA NÆSTAKÆR?
Við fríari fosturtøku og aktivari deyðshjálp! Tað ljóðar ógvisligt, men hesi niðurstøðu fóru luttakararnir til hús við aftan á fyrilestur hjá kenda prestinum Kathrine Lilleør.
Yvirskriftin var “Hvussu verða vit meira næstakær? – um dannilsi, etikk, sóma, sjálvsfatan – og kærleika.”
“Hvussu við etikki?” ljóðaði ein spurningur “er tað ikki meira um, hvat vit føla og trúgva er rætt, er tað ikki meira enn kenslur?” Nei, var svarið – tað byrjar og endar við spurninginum um kenslur. Hóast fyrra helvt av fyrilestrinum var grundað á kristin lívsvirði og evangeliini, so var hetta ikki galdandi, tá ið spurningurin stóð um heilagleikan av mannalívinum.
Í seinnu helvt varð mikrofonin tøk til spurningar frá salinum, og tá ið tøgn hevði verið eina løtu, legði hon sjálv út við spurninginum um fosturtøku. Hetta er jú eitt tíðarbært evni. “Forbud er aldrig vejen frem” var hennara greiði boðskapur, og tá ið undirritaði spurdi um støðu hennara viðvíkjandi aktivari deyðshjálp, so var niðurstøðan hin sama.
Kenslan var óunnilig, at prestur knýtti evangeliið, næstakærleika, dannilsi, etikk, sóma og kærleika við at taka lív. Ófrættarkent er at hoyra ein væl lærdan prest við doktaragrad siga, at etikkur grundar á kenslur, serliga tá ið avleiðingin stendur millum lív og deyð. Hvør verjir hini minstu, tey veikastu, teimum, ið onga rødd hava? Er etikkurin ein viðfáningur, ið fylgir tíðarandanum og kenslunum á teimum, sum taka avgerðir í dag?
Tað var heldur ikki dámligt, at tosað var niðurlátandi um føroyska samfelagið sum afturkomið í mun til tað framkomna danska.
Sum evangelisk-luthersk kristin trúgva vit á Guð skapara himins og jarðar, hann, ið skapti menniskjuna í síni mynd. Frelsari okkara tók ikki lív, men gav sítt egna í kærleika fyri okkum. Fyri meg stendst ein sterk etisk hugsan burtur úr hesi trúgv, ið stendur á einum ævigum grundalagi.
Vesturlendsk virði um frælsi, mannarættindi og mannavirði eru grundað á eina kristna heimsfatan um etikk. Skal vesturheimurin hava lívið lagað, so mugu vit fjálga um hendan arv. Hvussu verða vit meira næstakær?
Jesus svarar spurninginum greitt, at tað vit gera móti teimum minstu, gera vit móti honum: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.»
Tummas Lykke Kannuberg, prestur
Tummas Kannuberg


