Nógv fólk á Stórmøti á Kambsdali

Fyrsta kvøldið á Stórmøtinum hjá Heimamissiónini á Kambsdali var væl vitjað. Væl yvir túsund fólk vóru til tey ymisku tiltøkini

Fyrsta møtið byrjaði klokkan 19, har Jákup Brúsá, aðalskrivari í Heimamissiónini, talaði út frá evninum ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult”.
Elsa Fonsdal Mikkelsen hevði eisini ein vitnisburð, og Katrin á Borg sang tríggjar sangir við undirspæli av manninum, Holgari Johannesen.
Tað var eisini eitt væl mannað orkestur við dugnaligum tónleikarum og forsangarum, sum leiddi tey umleið 600 fólkini, sum vóru á møti, gjøgnum felagssangin.
Barnaansing var eins og eitt tiltak fyri juniorar, samstunds sum møti var.

Ungdómsmøti
Eftir ein drekkamunn, har høvið eisini var at vitja stóra bókaborðið og teir mongu básararnar, har kunnað var um ymiskar arbeiðsgreinar, var ungdómsmøti á skránni.
Tað vóru á leið 450 ung og tilkomin vóru á møtinum.
Tað var Gerhard Jónson Mikkelsen, fuglafjarðarprestur, ið talaði yvir evnið ”Trúgvið á Gud og trúgvið á meg”. Lý Petersen, Hildigunn Steinhólm og Sølvi Johannessen sungu til tiltakið.
Til ungdómsløtuna var eitt annað væl samanspælt orkestur og forsangarar, sum leiddu felagssangin og lovsongsløtuna.

LES EISINI  Heimamissiónin á ferð - í Sandoynni

Leygardagur

Í dag, leygardag, halda Stórmøtini fram. Byrjað verður klokkan 16 í Missiónshúsinum í Leirvík, har Sigríður Schram, aðalskrivari í Kristniboðsambandinum í Íslandi, greiðir frá um missiónsarbeiðið og andaligu støðuna í Íslandi.
Klokkan 19 verður Stórmøti aftur í Ítróttarhøllini á Kambsdali, har Øssur Kjølbro, prestur í Klaksvík, talar, og har korið Brúgv úr Gøtu sygur.
Barnanansing er eisini.
Klokkan 21:30 verður ungdómsmøti, har Ann Hermansdóttir, studentaprestur, talar, og har Jan Jacobsen og Eyðbjørg Kallsberg  syngja.
Øll møtini, uttan ungdómsmøtini, verða send beinleiðis á YouTube, trubodin.fo og á Rás1.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina