Heimsins mest lisna ferðahandbók
„Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni. “
Sálm.119,105
Trýst á leinkju fyri at hoyra
Ferðahandbøkur eru hentar. Tær hjálpa okkum at finna hagar, vit skulu. Tær gera túrin meira spennandi og innihaldsríkan.
Bíblian er á ein hátt ein ferðahandbók fyri ferð okkara gjøgnum lívið. Bíblian kann gera lív okkara meira innihaldsríkt og meiningsfylt. Hon ávarar okkum móti vandum á leiðini og greiðir okkum frá tí besta vegnum.
Summi hava eina ferðahandbók við sær, tá ið tey eru úti og ferðast, men tey brúka hana ikki. Tí missa tey nógvar fínar upplivingar. Summi hava Bíbliuna standandi í bókahillini ella liggjandi í einari skuffu. Tá er lítil hjálp í henni. Bíblian má liggja frammi og brúkast. Regluliga.
Summar ferðahandbøkur eru torførar at finna fram í. Soleiðis er tað eisini við Bíbliuni. Tað er tí av stórum týdningi at kenna “leiðbeiningina” til Bíbliuna. Tað er tað sama sum við øðrum ferðahandbókum, tú skalt ikki byrja at lesa á fyrstu síðu í Bíbliuni og so úteftir.
Byrja heldur at lesa evangeliið eftir Lukas ella Markus. Har sært tú ein samandrátt av tí týdningarmesta í Bíbliuni. Tey seinastu árini hava verið givnar út Bíbliur og Nýggja Testamenti á donskum og norskum, har málið er lættari at skilja enn í teimum gomlu. “Godt nytt. Det nye testamente for mennesker i dag.” er norskt og sera lætt at skilja við orðafrágreiðingum, tekningum og býtt sundur í smærri stykki við yvirskrift.
Sjálvt um orðini í Bíbliuni eru søgd fyri 2-3000 árum síðani, so hava tey framvegis áhuga fyri menniskju í dag, mitt í teirra gerandisstrevi. Royn bert.
Tosa við onnur um tað, tú lesur. Summi bíbliuvers eru torfør at skilja. Tá kann tað vera gagnligt at tosa við ein vin um tey, ella spyr ein trúboðara ella prest.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

