Bønarsvar(2)

So segði Håkon frá trimum bønarsvørum, hann hevði upplivað:

1. Vit vóru farin til Onglands at vitja systur mína, men 2 km frá húsum hennara steðgaði bilurin. Hetta var eitt serliga heitt summar, og eg var bara í svimjibuksum. Tá kom ein bilsmiður har. Hann segði, at kølarin lak. Eg skuldi so fara heim til hennara eftir vatni. Stutt frammanundan hevði eg frætt um ein, sum eg kendi. Hann var farin til Afrika. Har bleiv hann bitin av einum hundi og fekk hundaøði (rabies), og hann doyði. Tá ið eg komi gangandi í berum svimjibuksum og havi einki at verja meg við, tá kemur ein svartur ómetaliga stórur hundur við gapandi kjafti leypandi oman brekkuna. Tað bleiv sum í dreymi, tá ið tú hevur marruna, eg royndi at flyta meg, men fekk ikki. Tá sigi eg: „Harri, ver við mær nú!“ – Hundurin steðgaði í somu løtu, vendi og fór rennandi niðan aftur, sum varð hann sligin við einum stokki. Eg ivist onga løtu í, at tað var ein eingil, sum varð sendur at hjálpa mær. Hundurin ikki so frægt sum snoddaði at mær.“

2. Vit vóru á santallegu á Sotra. Hetta var ein ungdómslega fyri 4. – 6. fl. Vit plagdu at lurta eftir tíðindunum, og har søgdu tey, at tað fór at verða ferjuverkfall. Tað hildu tey á at siga líka til kl. 6 (18). Tá tordu vit ikki longur at vera har, tí streikaðu ferjumenninir, so sluppu vit ikki av aftur oynni. Men hetta var keðiligt, tí tað var leygardagur, og tað var tann stóri dagurin hjá ungdómunum. Men vit tordu ikki longur og fóru avstað. Tá ið vit komu til fyrstu bygdina, kom slíkur ófriður á meg. Eg tók Bíbliuna og læt hana upp. Veitst tú, hvat ið stóð har: „Hann skal fara avstað aftur sama veg, sum hann kom…“ (2. Kong. 19,33). Tá ið tú fært eitt sovorðið orð, hevur tú einki val. Klokkan 10.30 varð verkfallið blást av.

3. Triðja frásøgnin er um eina systur mína, sum hevði verið á stovni í 70 ár. Hon hevði einki mál og fekk tí ikki givið boð frá sær. Hon doyði undir koronu. Beiggjar mínir kundu ikki koma til jarðarferðina, men 6 fólk skulu jú til fyri at bera kistuna. Trý komu frá stovninum, ein systirdóttir kom, og so bað eg ein vinmann koma, so vit fingu borið kistuna út. So Harrin var við eisini har.

So hugsaði eg, at eg skuldi syngja ein sang um sálina, sum treingir til hvílu. Eg ætlaði at spyrja prestin, sum kom av ellisheiminum á stovninum, um hon ikki kundi talað yvir: „Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.“ Matt. 11,28. Tá upplivdi eg eitt, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr ella síðani. Harrin talaði til mín og segði: „Nei, Håkon, tað skalt tú ikki gera. Tað skal eg gera.“ Eg var spentur. Prestur helt andaktina yvir Matt. 11,28. Hon greiddi frá um Kristusfigurin hjá Thorvaldsen í Vor Frue kirke. Fyrst hevði Thorvaldsen latið Kristus staðið við ørmunum høgt upp um høvd, men lærlingurin gjørdi eitt mistak og legði eitt vátt klæði oman yvir figurin eftir loknan arbeiðsdag.

Morgunin eftir vóru armarnir signir niður. Tá sá Thorvaldsen, at nú sá Jesus so innbjóðandi út, sum segði hann: „Komið higar til mín øll …“ Hatta var so sterkt!
Effie Campbell