Politikkur: Hvør sær menniskjað?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Tá ið politikarar skulu røkka út til veljararnar við sínum boðskapum, verða fløkjasligar hugsjónir ofta skornar niður til fáar og einfaldar setningar. Tað ger tær lættar at greiða frá – serliga á sosialu miðlunum, har tað ræður um at fanga áhugan hjá einum veljara, ið skrollar framvið, upp á fá sekund. Her standa tey skjótu slagorðini eftir sum vinnarar, tí tey lova lættar loysnir á torførum trupulleikum.
Men spurningurin er, um hendan einfaldingin í valstríðnum eisini førir til ein einfaldan politikk, tá ið nýggja løgtingið skal umseta boðskap til lóggávu. Veruleikin er sjáldan einfaldur. Tí mugu vit minnast til, at hvør einasti politiskur spurningur í síðsta enda snýr seg um menniskju.
Lívið hjá fólki kann ikki skerast niður til eitt slagorð á eini valplakat. Tí eiga vit sum veljarar at hugsa okkum væl um í hesum valstríðnum. Vit skulu leita eftir politikarum, ið megna at taka ta sváru samrøðuna við støði í einum so torgreiddum evni sum lívinum sjálvum. Politikarar, ið tora at lata møtið við menniskju brýna sínar politisku gerðir, so lógirnar gerast hvøss amboð, ið tæna landi og fólki – heilt niður til hitt einstaka menniskjað.
Sannleikanum trúgv í kærleika
At møtið við menniskju skal sleppa at brýna áskoðanirnar, merkir ikki, at man skal kasta sína sannføring fyri borð. Tað gjørdi Jesus heldur ikki. Hóast hann er kendur sum ein støðufastur maður, sýndi hann altíð menniskjanum ans, áðrenn hann tók til orðanna. Tá ið hann møtti einum menniskja, vórðu hansara orð miðvís mótvegis veruleikanum hjá júst tí persóninum. Ikki tí at sannleikin broyttist, men tí hann sá, hvat júst hetta menniskjað stríddist við. Tí kundi hann, tá ið hann endiliga læt munnin upp, tala ítøkiligt og kærleiksfult inn í lívið hjá tí einstaka. Loyndarmálið var kanska, at hann í roynd og veru elskaði tey menniskju, hann var settur at tæna. Tí sá hann tey. Tí kendi hann tey. Tí tænti hann teimum. Soleiðis kann politikkur eisini vera. Men so skulu vit velja politikarar, ið elska Gud og menniskju meira enn hugsjónir og vald.
Tá ið hugsjónin forðar
Tað ørkymlar meg, tá ið politisk kjak verða so upptikin av modellum og markeringum, at tey menniskju, sum avgerðirnar snúgva seg um, glíða úr eygsjón. Vit vera í vanda fyri:
- at kjakast meira um prinsipp enn um gerandislív
- at kjakast um hugsjónir uttan at taka ábyrgd av teimum praktisku fylgjunum
- at eftirmeta skipanir uttan at spyrja tey, ið liva undir teimum
Ein kvinna, ið er við barn, kann verða so hart kroyst fíggjarliga og sosialt, at hennara veruliga val stendur millum fosturtøku ella at rýma av landinum fyri at kunna liva eitt vanligt lív. Hetta eigur í sjálvum sær at vera nóg mikið til at kveikja politiska eftirhugsan – uttan mun til politiska støðu.
Her hugsi eg, at allir veingir í fosturtøkukjakinum áttu at hugt at sær sjálvum við kritiskum eygum og spurt: Sóu vit í veruleikanum kvinnuna, ið var við barn? Annar vongurin var kanska so upptikin av týdninginum av fosturtøku í stríðnum fyri kvinnurættindum, at tey ikki altíð løgdu merki til teir trupulleikar, sum ein kvinna, ið er við barn, kundi hava. Hin vongurin stóð í verjustøðu og hevði fokus á at halda fast við eitt menniskjasýn, ið verjir heilagleika lívsins, og fekk kanska ikki borið fram verulig alternativ til fosturtøku.
Men hvør sær í grundini kvinnuna, sum er við barn, og sum fegin vil eiga barnið, men ikki sær nakran útveg?
Valið: Hvør sær menniskjað?
Tá ið eg fari á val, leiti eg ikki fyrst og fremst eftir teimum skjótu og einfaldu boðskapunum.
Eg leiti eftir politikarum, ið lata møtið við menniskju avbjóða tey lidnu svarini – eisini tey svarini, ið koma frá floksskrivstovunum. Eg leiti eftir politikarum, ið brúka møtið við fólk til at seta nýggjar spurningar. Djúpari spurningar. Betri spurningar. Tá ið eg seti krossin, fari eg at atkvøða fyri teimum, ið tora at síggja menniskjað fyrst – og lata tað møtið evna teir spurningar, ið føra til klókari og meira miskunnsamar avgerðir.
Sannleikanum trúgv í kærleika.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
