Reingerðarfólk

Til umsitingina hjá Kirkjuligu Heimamissiónina í Tórshavn

Heimamissiónin leitar eftir røskum og álítandi reingerðarfólki til umsitingina í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Starvið er 5 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á gamla barnaheiminum, Pedda við Stein Gøta 10 í Tórshavn. Arbeiðstíðin er gerandisdagar aftaná kl. 16.00 ella í vikuskiftinum.

Vit vænta

Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og at tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur. Somuleiðis verður væntað, at tú ert likamliga og sálarliga væl fyri og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Setanar- og lønarviðurskifti

Løn sambært avtalu.

Umsókn

Send eina umsókn til eydhild.dam@mission.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðhild Dam Hansen, t-post: eydhild.dam@mission.fo.

Um okkum

Kirkjuliga Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig rørsla, sum byrjaði sítt virki um aldarskiftið 1900 sum fylgja av teimum vekingum, sum vóru í grannalondunum í 1800-talinum. Fremsta endamál og uppgáva er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina