Tvær lógir

„Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg; teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra – “
Róm.2,14-15

 

Heimspekingurin Emanuel Kant úr Køningsberg, nú Kaliningrad, segði: “Tað eru tvær lógir, sum noyða meg at trúgva á Gud. Tað er hin magnetiska lógin í stjørnuverðini, og samvitskunnar lóg innan í mær.” e.c. Ums.