Hin tómi stólurin
„Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, “
Fil.4,6
Ein dagin var telefon til prestin í lítlu bygdini. „Ja, tað er um pápa mín,“ segði konan í telefonini, „hevur tú høvi at koma at heilsa upp á hann einaferð í næstu viku? Eg haldi ikki, at hann hevur so nógva tíð eftir, og hann hevði verið glaður at sloppið at tosað við teg.“
Prestur segði, at hann skuldi koma á vitjan komandi viku. Tá ið prestur so kom á gátt har uttan at hava boðað frá frammanundan, sá hann ein tóman stól standa við síðuna av songini hjá manninum.
„Íðan, visti tú, at eg fór at koma?“ spurdi prestur. „Nei, als ikki, men nú, tá ið tú ert her, er tað eitt, eg vil spyrja um.“
„Sjálvandi, hvat vilt tú tosa um?“ spurdi prestur, meðan hann setti seg niður.
„Jú, veitst tú, eg havi ikki verið Guds besta barn, eg havi ikki gingið serliga nógv í kirkju, og ikki havi eg lisið nógv í Bíbliuni heldur, næstan alt lívið havi eg havt torført við at biðja. Eg havi ongantíð lært, hvørji orð tú skalt brúka, ella hvat ið tú skalt biðja um.
Men fyri tveimum árum síðani var tað ein vinmaður mín, sum segði, at tað at biðja var ikki so torført. Eg skuldi bara seta ein tóman stól fram og lata, sum Jesus sat har, og so kundi eg tosa við Hann, sum við einhvønn annan. Og tað riggaði heilt væl.
Eg seti enn henda stólin fram, og so tosi eg við Jesus. Men sig mær, tú sum ert prestur, havi eg loyvi at gera soleiðis, ella heldur tú, at Gud verður illur við meg, av tí at eg ikki biði, sum vit eiga at gera?“
Prestur sat kvirrur eina løtu, tí hann var so rørdur av hesum gamla, sum var so ærligur, og sum hevði ein slíkan longsul eftir at tosa við Gud. „Vinur mín,“ segði prestur, „eg eri vísur í, at tú hevur einki at stúra fyri. Eg eri vísur í, at Gud setur stóran prís upp á tínar bønir, og eg eri heilt vísur í, at Jesus er hjá tær, tá ið tú tosar við Hann.“
Lætt var at síggja, hvussu ein stórur steinur fall frá hjartanum í gamla manninum, tá ið hann hoyrdi orðini hjá presti. Hesir báðir menninir tosaðu eina løtu saman, áðrenn prestur var noyddur at fara víðari.
Einar tvær vikur seinni ringdi dóttirin aftur. „Eg vil bara siga, at nú er pápi deyður,“ segði hon. – „Við djúpastu samkenslu!“ segði prestur. „Tað ger mær ilt at hoyra. Nær var tað?“
„Í gjár seinnapartin. Fyrrapartin prátaðu vit saman sum vant. So fór eg út nøkur ørindi, og tá ið eg kom aftur, var pápi sovnaður burtur. Alt andlitið strálaði av einum stórum friði. Men veitst tú, tað er løgið. Beint áðrenn pápi doyði, hevði hann reist seg hálvavegna upp og lagt høvdið niður á tann stólin, sum altíð stóð við song hansara!!“ Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

