Ikki tær feitu yvirskriftir

„og so satt hann ikki eirdi hinum forna heiminum, men varðveitti Nóa, rættferðarboðaran, sjálvan áttanda, tá ið hann læt flóðina koma yvir ein heim av gudleysum, “
2.Pet.2,5

 

Nóa hevði helst ikki fingið tær feitu yvirskriftirnar í bløðunum. Bíbliukønir menn halda, at hann bygdi ørkina í 120 ár. Í 2. Pæt. 2,5 lesa vit, hvussu hann prædikaði fyri teimum gudleysu, at Guds rættvísi dómur fór at koma. Men bara 8 sálir fóru inn í ørkina og blivu frelstar. Tað kann tykjast at vera eitt soltið úrslit.

 

MEN HANN SUM HÚSFAÐIR FEKK ALLA SÍNA FAMILJU FRELSTA!

 

Tað er hóast alt tað týdningarmesta. Hugsa tær, um allar familjur kundu tað? Brúkar tú tíð saman við tínari familju? Gert tú „íløgur“ í tær dýrabaru sálirnar? Mátti tað verið so, at vit upp á tann eina dag kundu sagt: „Harri, her eri eg og øll tey, sum tú hevur givið mær.“ Mátti tað verið so, at talið er fult, tá ið vit sita við brúdleypsborð Lambsins í Himli, at eingin hjá okkum manglar. Effie Campbell