Hvat skal eg velja?
„Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; undan tykkum skera fjøll og heyggjar í fagnaðarróp, øll markarinnar trø klappa lov í lógva; “
Jes.55,12
Tá ið eg fari undir okkurt nýtt og ókent, so leggi eg tað fram fyri Gud í bøn. Orðið sigur: “Við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg.” Jes. 55,12.
So kanni eg eftir, um tað eru gleðin og friðurin, sum hava ræðið í mínum innara menniskja. Valdar ófriður í hjartanum, sleppi eg tí, tí gleðin og friðurin eru eyðkenni, har Gud staðfestir, at eg eri á rættari leið.
e.c. Ums.
Edvard Poulsen

