Mefibósjet slapp at sita við borð kongsins
„Og Dávid segði við hann: »Óttast ikki, tí eg vil sýna tær miskunn fyri Jónatans, faðirs tíns, sakir og fáa tær aftur allar ognir tær, ið Sául, abbi tín, átti; og javnt og samt skalt tú eta við mítt borð.« “
2.Sam.9,7
Hans Martin Skagestad
Ein frásøgn í Bíbliuni hevur gripið meg. Hon vísir okkum, hvør ið Gud er. Tað er søgan um Mefibósjet, hann, sum gjørdist lamin sum barn. Hann flýddi, knústur og fátækur. Ja, uttan nakra vón.
Mefibósjet hevði einki virði, hvørki í egnum eygum ella hjá øðrum. Dávid vildi fegin vísa kærleika til onkran í ætt Sauls. Mefibósjet var sonur Jónatan og abbasonur Sauls. Hann varð borin fram fyri Dávid, men Dávid sá okkurt meir enn bara hansara lamni.
Júst soleiðis er tað við Gudi. Hann sær ikki soleiðis sum menniskju síggja. Gud hyggur ikki at tí ytra, Gud hyggur at hjartanum. Dávid sigur um Mefibósjet: „Hann skal eta við borð mítt!“ Sjálvt um onnur hildu, at tað var hann ikki verdur til, segði Dávid, at hann skuldi eta við borð kongsins.
Vit eru øll sum Mefibósjet, og ikki nokk við tað. Mefibósjet skuldi vera sum ein av sonum Dávids. Kanska var hann bangin. Hann, sum hevði kent seg forfjónaðan og settan uttanfyri alt lív sítt. Á ein hátt eru vit øll sum Mefibósjet, vit hava okkara avmarkingar, niðurboygd og hjálparleys av tí, sum lívið hevur gjørt við okkum.
Men sannleikin er jú, at Gud bjóðar okkum at sita við sítt borð. Uttan mun til okkara brek og manglar. Viðhvørt kann eg kenna meg óverdugan at sita við borð hansara. Men Jesus ber okkum til borð sítt, har vit øll hoyra heima.
Okkara veikleiki verður fjaldur av hansara góðsku. Við borð hansara eru vit ikki longur skúgvað til viks. Har eru vit hansara. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

