Aftureftir, inneftir og frameftir

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Við byrjanina á einum nýggjum ári er vanligt, at fólk hyggja aftur á árið, ið fór. Árið kann hava verið gott ella minni gott. Nøkur uppliva stóra gleði, meðan onnur uppliva stóra sorg. Nøkur uppliva, at árið var væleydnað, meðan onnur fáa ilt, tá tey minnast aftur á. Nøkur uppliva, at longslar vórðu nøktaðir, meðan onnur upplivdu, at so var ikki.

C.S. Lewis skrivar soleiðis í bókini “Berur Kristindómur”: ”Menniskjan varð ikki skapað við longslum, um ikki longsulin kundi nøktast. Eitt smábarn følir svongd – júmen, matur er til. Dunnuungin vil svimja – júmen, vatn er til. Menn føla kynsligan hug – júmen, sex er til. Um eg føli ein longsul í mær sjálvum, sum onki í hesari verð kann nøkta – ja, so er tann mest upplagda frágreiðingin tann, at eg varð skapaður til ein annan heim”.

Í jólatíðini eru tvey sermerki.

Tað eina er, at vit sum kristin kunnu hyggja aftur á Jesu fyrstu komu. Tá Gud letur seg føða inn í heimin sum eitt menniskja. Fult Gud og fult menniskja. At Jesus livdi eitt fullkomið menniskjalív fyri at kunna bjarga okkum ófullkomnu menniskjum frá okkara synd.

Hitt sermerkið er, at Jesus biður okkum um at hyggja fram ímóti síni afturkomu við vón. Tí at tann, sum hevur fingið lut í Jesusi, hevur fingið lut í vónini um, at tað einaferð kemur ein dagur, tá allir longslar skulu nøktast. Tá Jesus kemur aftur at skapa nýggjan himmal og nýggja jørð.

Men í jólatíðini er eisini møguleiki til at hyggja inneftir. Hevur farna árið livað upp til mínar longslar, ella havi eg upplivað, at mínir longslar ikki vórðu nøktaðir?

Um vit hyggja at teimum mest grundleggjandi longslunum, so leingist okkum øllum eftir friði, tryggleika, góðari heilsu, og at øll hava tað gott. Vit kunnu ávirka hetta í ein ávísan mun, men so er tað ymiskt, sum kann koma á okkara veg, sum ger, at longsulin ikki verður nøktaður.

Vit frætta, skjótari enn fyrr, um yvirgang. Hetta kann gera okkum takksom fyri at liva í einum tryggum landi sum Føroyum, men fullkomnan frið á jørð uppliva vit ikki. Vit kunnu tryggja okkum sera væl, men ikki móti allari líðing og als ikki móti deyðanum. So hvørt, vit eldast, gerast vit meiri sárbar fyri sjúku og merkja, at stóri fíggindin, deyðin, nærkast.

Kristni boðskapurin er ikki veruleikafjarur. Men júst tað, at Gud kemur í heimin at vera saman við okkum, tá lívið gerst torført. Tí er neyðugt at hyggja inneftir og venda okkum til hansara og liva hjá honum.

Tá kunnu kristin hyggja við vón frameftir. Fram ímóti tí, sum í Bíbliuni verður kallað endurloysingardagurin. Tá allir okkara djúpastu longslar verða nøktaðir. Tá tað veruliga verður friður á jørð, tá eingin yvirgangur verður meira, tí Gud endaliga oyðir allar fíggindar, og vit kunnu vera trygg. Og tá Gud fer at syrgja fyri, at øll menniskju hava fingið nýtt likam, sum ongantíð fer at merkja líðing. Tá pengar missa sítt virði, og harvið eingin peningatrá kann leiða til, at nøkur hava meiri enn onnur, og øll hava mat og drekka í yvirflóð.

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn