Áhugavert bíbliuskeið 24 – 27. august.
Eins og mongu undanfarnu árini, bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til bíbliuskeið í Leguhúsinum í Nesvík, dagarnar 24. – 27. august 2023. Byrjað verður hóskvøldið 24 og enda verður aftaná døgurðan sunnudagin 27 august.
Undirvísari verður Christian Maymann, bíbliuskúlalærari á LMH í Hillerød.
Høvuðsevnið fyri bíbliuskeiðið verður: “Persónslýsingar av Jesusi” út frá Markus evangeliið. Seinnapartin leygardagin verða fýra áhugatímar, har fólk kunnu velja tveir av teimum, tí tímarnir verða tvær ferðir.
Meiri verður at frætta um Bíbliuskeiðið seinni í mánaðinum, og tá verða eisini faldararnir um skeiðið sendir út um landið. Vælkomin til dagar saman við Jesusi, um orð hansara, saman við fólkið hansara og í góðum umstøðum.