Rannvá Hentze er farin til Ísland
Nýggi volontørurin hjá okkum í Íslandi, Rannvá Hentze, fór til Íslands í morgun.
Komandi vikuna fer hon at luttaka á ungdómsleguni Visbó, sum SÍK og Kristskirkjan skipa fyri á Eyðjólfsstaðir á Eysturlandinum.
Eftir leguna kemur Rannvá aftur til Føroya í nakrar vikur. Tá fer hon millum annað at luttaka á 17+. Síðst í august fer hon aftur til Íslands, har hon skal vera volontørur komandi hálvárið.
Latum okkum hava Rannvu og ungdómsleguna í Íslandi í bønum komandi vikuna.
Mynd: Margret, Rannvá og Þyri er í dag ávegis á legu í Eysturlandinum í Íslandi.
Carsten Fonsdal Mikkelsen






