Almennur pallborðsfundur um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing
Um vikuskiftið hevur Blái Krossur Føroya landsfund á Toftum. Á skránni verður millum annað almennur pallborðsfundur, har umboð frá øllum politisku flokkunum fara at tosa um týdningin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing.
Øll hava rætt til góð barnaár
Blái Krossur Føroya hevur í nøkur ár arbeitt við verkætlanini ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, har fokus hevur verið at hjálpa børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing. Hetta verður evnið á pallborðsfundinum leygardagin kl. 15.30, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi luttaka.
Jón Brian Hvidtfelt er orðstýrari á pallborðsfundinum. Sløkkiliðsmennirnir luttaka við sangi.
Á skránni til landsfundin er eisini aðalfundur, ungdómsmøti leygarkvøldið og eitt spennandi ‘Syngið við-kvøld’ sunnukvøldið, har harmonikuvinir luttaka. Eisini verður sunnudagsskúli sunnudagin, har barnakórið í Tabor syngur og børnini fáa ballónir og sunkist.