Alt til sína tíð

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað var einaferð ein trúboðari úr USA, sum eftir nógv ár í tænastu kendi kallið at fara til Asia, India, at siga fólkinum har, at Jesus var vegurin, sannleikin og lívið.

 

Magni Højgaard skrivar:

 

Maðurin var sera ágrýtin og fór við góðum treysti í Eysturlond við nógvum traktatum í skjáttuni.

Komin yvir byrjaði hann við at stilla seg upp á ein kassa mitt í einum stórbýi, og har meir ella minni rópti hann Guds orð til fólkið. Tað vóru ikki nógv, sum steðgaðu. So at siga eingin tímdi at lurta eftir, hvat hesin maðurin hevði at bera fram, og næstan eingin skilti málið heldur. So hetta gav einki úrslit. Hann misti ikki mótið, men fór at royna at práta við fólk ístaðin. Heldur ikki her eydnaðist at fáa nakað burturúr.

Ágrýtin sum hann var, gavst hann ikki her, men fór húsagongd og bankaði uppá mangar dyr, men eingin læt upp fyri honum.

LES EISINI  Tá Nicky lærdi meg franskt!

Neyðars trúboðarin varð nú raktur av sjúku og endaði við at liggja í eini song á eini sjúkrahússtovu, har nógvir aðrir menn eisini lógu. Men heldur ikki her misti hann mótið. Hann royndi at býta traktatir út á sjúkraleguni, men lítið kom av skafti.

Eina náttina, meðan hann liggur har, vaknar hann við, at hann hoyrir ein mann, sum liggur yvir av honum, stríðast við eitt ella annað. Tað koma ymisk ljóð frá manninum, men amerikanarin skilur ikki málið og sær einki í myrkrinum. Hann leggur seg aftur. Morgunin eftir sær hann, at hin maðurin hevur roynt at komið upp á vesi um náttina, men hevur ikki megnað tað, og alt fór í songina.

Náttina eftir vaknar hann aftur av líknandi eymki frá manninum yvirav, og hann ger skjótt av, loypur upp úr songini, tendrar ljósið og hjálpir manninum á vesi, bíðar eftir honum og hjálpir honum yvir aftur í songina.

LES EISINI  - Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir

Amerikanski trúboðarin legði seg síðan aftur í sína song og skuldi júst leggja seg at sova, tá hann hoyrir skav við songarstokkin. Tá hann vendur sær á, sær hann, at tað er síðumaðurin, sum er farin at róta í posanum, sum hekk á songarstokkinum. Í posanum vóru traktatirnar, sum amerikanarin hevði prentað á tí lokala málinum, áðrenn hann fór heimanífrá. Nú, eftir hesa einfaldu tænastu, var brádliga stórur áhugi frá síðumanninum at vita, hvat har mundi standa. Hvat var tað, sum fekk ein so fínan amerikumann at gera eina sovorðna tænastu fyri ein at síggja til fátækan indara?

Tað var ikki, fyrr enn tann fínt skúlaði amerikanski trúboðarin tók á seg tænaraleiklut, at hann fekk fangaði indararnar við boðskapinum um vegin, sannleikan og lívið.

Umráðandi er at møta menniskjum, har tey eru. Tað verði seg á sjúkralegu, á lærdum háskúla ella í fangahúsi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina