Andakt til tey gomlu 10

Lærið av mær, tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. (Matt 11,29)

Eyðmjúkur, ella spaklyntur, er eitt orð, sum eisini er at finna millum bygdafólk í Jyllandi. Ein maður haðani, segði mær ein dagin frá sínum giktveikleika, men Gud hevði grøtt hann og tikið veikleikan burtur. “Ryggur mín var stívur sum ein pinnur; men eri nú eyðmjúkur sum kettan, tað merkir, kringur, liðiligur og lagaligur. At sýna hetta mótvegis Gudi, rætta seg eftir orði hansara og ráðum, leggja av sín stoltleika og sína sjálvgleði, hevur stóran týdning fyri mína frelsustøðu.

Hetta er ein misskilt eyðmýkt, ein verumáti manna millum høgt virdur – men samstundis ein misskiltur eginleiki –  hetta lærir ein børn, ið hetta hóskar teimum á teirra aldri sera væl. “Hví hava tygum ella tit ikki boðsent mær, sigi eg viðhvørt til ein sjúkan, ein ið liggur lágt.” “Nei, men síggja tygum, vit vita, at prestur altíð hevur ríkiligt at gera enn at koma, tá ið send vera boð.” “Gevst, við hasi eyðmýktu framførslu, veit heldur presti ta gleði at boðsenda honum!”

LES EISINI  Eingin lissir Guds náði

Tú prátar við ein eldri, sum er skakaður og er at kalla illur um ónærisligar søgur og gudsspottanir í útvarpi og sjónvarpi. “Skrivi mótmæli inn hagar við brestin, mótmæl í dagbløðum!” “Nei, eg havi bert Petersen til eftirnavn, hvør fer at leggja merki til míni mótmæli?!” Hatta er ein alt ov eyðmjúk framførsla,  satt mótloysi, sum í veruleikanum bert fjalir títt dirvisloysi. Jesus var eyðmjúkur, men hann kallaði Farisearar fyri hyklarar, dárar og blindar. Jú hann var eyðmjúkur og spaklyntur; men tað merkti ikki, at hann var dirvislítil, sum vit mangan eru av náttúru og sum vilja sæta okkum sum best.

Gomul hús, gomul trø verða í hesum tíðum friðað. Hetta freistar eisini okkum, ið eldri eru. Er ikki stundin komin, at eg sjálvur verði friðaður? Nei, góði vinur, tað góða stríðið heldur ongantíð uppat, so leingi vit eru her.

“Fylgið eftir Himna tíva, lítið á hans arm, ið vann, illimaður vil oss níva, grimdaróður leikar hann; frammi er, við oss fer hann, sum verja kann sín her. Hms. 499.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 9

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina