Alt av náði

Skrivað: Mourits Mouritsen

Tú hevur ofta sagt: “Eg veit ikki, hvussu eg skal gera tað Guð”

Vilt tú geva mær hesa gávu??

Tú hevur ikki brúk fyri meira enn náði.

Og henda náði er nokk.

Náðin útstrikar alla synd.

Spurningurin um eg eri góð/ur nokk, hevur einki at siga.

At vera eitt Guðs barn er at hvíla í náðini.

Tí av náðini skalt tú vera gjørd/ur heilagur, tú skalt vaksa, sigra og vera varveittur í trúnni.

Hebr. 11, 24-26

Við trúgv vrakaði Móses, tá ið hann var tilkomin, tað at vera kallaður dóttirsonur Fáraos, og valdi heldur at tola ilt saman við fólkið Guðs, enn at hava eina stutta syndanjóting, við tað at hann helt vanvirðing Krists fyri størri ríkidømi enn gripir

Egyptalands; tí at hann hugdi fram móti lønini.

 

Í dag er Jesus her og vil tosa við teg.

Guð hevur leitt teg hagar.

Bið Guð um at opna tít hjarta, so at tú kanst taka ímóti.

Tað er ringt at viðurkenna seg sum ein syndara yvirfyri Jesusi, og biða um fyrigeving, men tað er tað vert.

 

Matt. 20, 32-34

(2 blindir menn)

Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: ”Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?” Teir siga við hann: ”Harri, at eygu okkara mugu verða latin upp.” Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.

Hettar er tað, ið Jesus vil í dag. Hann vil gjarna lata tíni eygu upp, so at tú kanst koma at síggja tann kærleika hann hevur til tín.

Tað er bert eitt at gera – kalla á Jesus har tú situr.

 

”Jesus hjálp mær, eg kann onki í mær sjálvum!”

 

Ert tú tilreiðar at gjalda prísin?

 

Jesus hevur goldið prísin fyri teg, tá hann hekk á krossinum á Golgata.

 

Ella skal tín stoltleiki gera tað, at tú kemur at hoyra orðini, hvar Jesus sigur. ”EG KENNI TEG IKKI.”

Eg var og vitjaði teg, men tú hevði ongantíð tíð, at tosa við meg.

Kanska hetta verður dagurin, sum tú gavst teg til Jesus.

Má Guð vælsigna teg til tað.