Rokafult parkeringarpláss

„Siga tit ikki: »Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?« Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. “
Jóh.4,35

 

Kjokkfullasta parkeringarplássið í verðini er: Umberingar parkeringarplássið. Tjóðin hevði sæð øðrvísi út, um øll tey parkeraðu kristnu við øllum sínum gávum og talentum søgdu: “Nóg mikið er nóg mikið! Fyrigev mær, av tí at eg eri uppsteðgaður. Harri, her eri eg, brúka og send meg, sum tú vilt!”

 

Í Luk. 14,17-20 stendur: “Hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Men teir fóru allir sum ein at umbera seg.

 

Hin fyrsti segði: “Eg havi keypt nakað av jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni.”

 

Annar segði: “Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!”

 

“Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma,” segði hin triði.

 

Har stóðu teir stillir á “umberingar parkeringarplássinum” við sínum “sethúsi, voffum og Volvo”, “báti, bili, húsi og smáttu” – men uttan æviga lívið. Tí teir høvdu ongar stundir, hóast alt stóð til reiðar.

 

Móses segði: “Eg eri ov gamal!” Jeremia segði: “Eg eri ov ungur!” Gideon segði: “Mín ætt er hin minsta!”

 

Hvat sigur tú? Stendur tú parkeraður? Ella flytur tú teg og ert í gongd og hevur givið Jesusi tíni fimm smáu breyð og báðar fiskarnar, sum við Guds signing mettaðu eina túsundatals fjøld. Gud kann og vil brúka alt tað, tú gevur Honum – uttan mun til støddina. Moses Hansen Effie Campbell umsetti