Í tíni hond eru forløg míni

“Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! Í tíni hond eru forløg míni! Bjarga mær úr hondum fígginda mína, frá teimum, ið mær vilja ann! Lat tína ásjón lýsa yvir tænara tínum! Frels tú meg í miskunn tíni!”
Sálm.31,15-17

 

Hetta lítla orðið “men”, sum orðini, ið her eru tikin fram, byrja við, er sett upp ímóti nøkrum øðrum, sum nent hevur verið í sama viðfangi. Maðurin, ið her talar, sigur, at hann setir álit sítt til Harrans og sigur við hann, at hann er Gud hansara. Men hetta ger hann í mótsetningi til alt annað, sum hann kundi sett álit sítt til, serliga í mótsetningi til alt tað, sum “menniskjur” kunnu gera, og hvussu tær kunnu vera.

Hann hevur roynt ymiskt í so máta hann hevur fingið at kenna menniskjunnar óndskap og hat, svik og fals hennara og trúloysi og spott hennara. Honum hevur slíkt verið fyri, sum verður tikið til í hesum orðum: “Tí eg hoyri tesk av mongum, ræðslu frá øllum síðum, tá ið teir leggja ráðini saman ímóti mær, hava í kvitta at taka mítt lív.”.

Upp ímóti hesum er tað, at hann setir sítt “men”, og sigur orðini: “… eg seti mítt álit til tín, Harri”

Hetta sigur frá sterkari trúgv á Harran.

Um øll onnur eru ímóti, so er tó Harrin við.

Um alt annað svíkur, so sleppir Harrin ikki.

Her hevur hann fast um at halda; her hevur hann trygt á at standa. –

Eisini vit hava ofta fyri neyðini at hava eitt líkt “men” at seta upp ímóti øllum, ið okkum kann verða fyri, so at vit ikki verða tikin av fótum. Hvat ið so hendir, og hvat ið so umskiftist, eiga vit at kunna siga, at álit okkara er til Harrans. Tá ið vit mega ásanna okkara egna veikleika, og tá ið vit fáa at kenna veikleikan hjá øðrum, har eingin hjálp er at vænta, tá er tað tað einasta, ið heldur uppi, at seta álit sítt á Harran. Og ikki minst, sum t.d við eitt ársskifti, tá ið vit serliga verða mint á, hvussu tíðin gongur og alt fer, er tað gott at taka til hetta “men” og siga: tað sakar einki, at tíðin fer, tí at vit líta á Harran, og við Harranum hava vit áfast við hitt æviga.

Vit fáa í Guds orði ofta ta áminning, at vit skulu ikki lata mótið falla, og ikki kasta frímóð okkara burtur, men hava gott treyst.

Tað er gott og neyðugt at fáa slíka áminning, og okkum er stórur tørvur á henni. Tí at tað er so nógv, sum vil taka mótið frá okkum og fáa okkum at falla í fátt.

Í grundini kann alt í hesum sjónliga og tímiliga heimi taka frímóð okkara frá okkum.

Hesin heimur er allur merktur av synd og forgongiligleika og deyða; og tað er einki at vera glaður og vónríkur og frímóðigur av.

Og hugsið so um alt tað, sum harvið fylgir. Stríð og møði, sút og sorg, ótti og stúran, trongdir og líðingar, sjúkur og neyðir av ymsum slagi; tað økir ikki um frímóðið.

Um vit sjálvi eru spard fyri sumt av hesum, so er tó so lítil sannur uggi í tí; tí at alt hetta er her, og tað er so nógvum øðrum fyri, og vit hoyra øll saman. Og eitt er, ið hvussu er felags hjá okkum øllum, og tað er, at, sum tíðin gongur, og árini fara, einaferð “okkara ytra menniskja ferst;” vit eldast, vit vikna, leiðirnar styttast, sporini tyngjast, heilsan fer, endi verður á øllum.

Her aftrat kemur so tað myrkur, tað dapra, tunga lag, sum kann leggja seg yvir mannalívið, annaðhvørt so menniskjan stendur á einum høgum ella lágum mentunarstigi ella ikki.

Alt slíkt kann fáa mótið at falla og kann taka frímóð okkara burtur.

Men kunnu vit beint upp ímóti hesum seta okkara “men” og siga: álit okkara er til Harrans, tá verður øðrvísi, tá lættir í, tá lætnar fyri hjartanum, tá hómast vegur út úr trongdum.

Og so leggja vit aftrat: Í tíni hond eru forløg míni.

Tað er gott at kunna siga hetta hvønn ein dag, vit fáa at liva. Hvussu mangir ella fáir dagar okkara verða, veit eingin uttan Gud. Eina hann telur dagatal okkara. Hann ræður lagnu okkara, meðan dagar fara og koma.

Alt er ótrygt.

Tað einasta, sum trygd er í, er at siga hetta: Í tíni hond eru forløg míni! Tíðir mínar, og alt tað, sum tíðirnar føra við sær, sum mær skal verða fyri og mær skal falla í lut, tað stendur alt í Harrans hond, tað kemur alt av Harrans hond.
J.Dahl: Millum ælini