Orð Guds til dagin, lívið og deyðan
”Jesus svaraði og segði við hann: »Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. ”
Jóh.14,23
Hetta merkir, at vit støðugt mugu krøkja okkum til tað, Jesus hevur sagt. ”Vit – te.bæði Gud Faðir og Gud Sonur – skulu koma til hansara og gera sær bústað hjá honum. Hetta hendir við Anda Guds, sum er ósjónligt til staðar.
Og tá ið vit siga, ”Jesu orð”, so kunnu vit við góðari samvitsku eisini siga øll orðini í Halgubók, tí Jesus livdi og andaði í Bíbliunnar orði, og av tí at hann segði við lærusveinar sínar: ”Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og tann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; men tann, sum vanvirðir meg, vanvirðir hann, sum sendi meg.« ” Luk.10,16
Hvussu er tað um morgunin, tá tú vaknar og kemur upp, og ein dagur liggur framman fyri tær? Har stendur jú: ”Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!« ” 5.Mós.31,8
Krøk teg fast til Orðið! So tekur Andin tað og gevur tær tað. Hvussu hevur tú tað, um tú ert í holt við dagsins gerning, heima ella á arbeiðsplássinum? Krøk teg til Bíbliuorðið! So tekur Heilagi Andin tað og gevur tær tað: ”Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, ” Kol.3,23
Og tá tú tosar við menniskju, tú møtir á tínum veg: ”Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum.” Matt.10,32
Ella, tá tú verður raktur av sorg? Krøk teg til Jesu orð. So tekur Andin av tí, sum er Hansara og gevur tær tað: ”Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. ” Jóh.10,14-15
Og tá tú saknar einhvønn, ið ikki longur er ímillum okkara? Tað stendur skrivað: ”Og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: »Skriva: Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja hereftir! Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.« ” Op.14,13
Og tá tú fært høvi til at gleða teg? Halt tá fast um Bíbliuorðið. Heilagi Andin gevur tær tað: ”Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. ” Ják.1,17
Tá tú ert móður: ”Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár. Sela. ” Sálmi 68,20
Krøk teg til bíbliuorðið, so tekur Heilagi Andin tað og gevur tær tað.
Tá tú ert sjúkur, ”Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi. ” 2.Kor.4,16
Tá myrkrið fellur á, og tú fert til songar. ”Í friði eg vil bæði leggjast og sovna, tí tú, Harri, meg letur búgva í trygdum, í einingi. ” Sálmur 4,9
Og tá deyðin nærkast. Krøk teg fast til bíbliuorðið, so tekur Heilagi Andin tað og gevur tær tað. ”í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. ” 1.Kor.15,52
Og Jesus segði: ”Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg. ” Jóh.14,24
E.Campbell umsetti