Fólk hava altíð eina meining um teg

„Mannaótti leiðir í snerrur, men tann, sum lítur á Harran, verður bjargaður. “
Orðt.29,25

Ein fyrrverandi alkoholikari vitnaði niðri á Blákrosskaféini:

Fyrr, tá ið eg gekk rúsaður og válaði í Havnar gøtum, søgdu fólk: “Hann gongur sum ein apukattur!” Og tað passaði. Tá ið eg so legði av, søgdu tey: “Nú er hann fanatikari!” Tá ið eg so fór at ganga á møti, søgdu tey: “Nú er hann vorðin svakur!”

Fólk hava altíð eina meining um teg. Lat ikki teirra hugsan stýra lívi tínum. Tey eru hóast alt bara mold og støv og øska og kunnu liggja stív og køld hvørja løtu, tað skal vera. Harrin hevur sett meg í frælsi fyri mannaótta. Eg eri púra fríur og frælsur. e.c. Ums.