Ánanias – eitt Harrans vitni

„Og ein, sum æt Ánanias, maður, sum óttaðist Guð eftir lógini, og sum hevði gott ummæli hjá øllum Jødum, ið har búðu, kom til mín og stóð framman fyri mær og segði: »Saul, bróðir, hygg upp!« Og eg hugdi upp á hann í somu stund “
Áps. 22,12-13

 

Vit skulu hyggja eftir tí, sum hendi Paulusi úr sjónarhorni Ánaniasar.

Í Damaskus var ein lærisveinur, sum kallaðist Ánanias. Brádliga kemur Ánanias inn í Harrans Krýniku, í himmalsins einastandandi frásøgn. Hann fær navn sítt prentað inn í ta søguna, sum skal verða søgd í ævinleikanum. Jesus segði við hann í einari sjón, at nú skuldi hann hitta ein heilt serligan mann. Hvussu mong í okkara grannalagi kann Gud tosa við í sjónum og opinberingum?

 

Ánanias hevði, eftir at hann hevði møtt hinum upprisna Messiasi og roynt andans veldigu megi, vant sítt lærisveinaoyra at hoyra rødd Harrans. Hann hevði sæð, at Guds ríki ikki er ber orð, men kraft. Tað var ikki hitt skrivaða orðið, Logos, sum skapaði lív, men opinberingarorðið: Rema. “Eg kom ikki til tykkara sum ein meistari í málsnildni, men við anda og kraft,” sigur Paulus nøkur áratíggju seinni.

 

Harrin kallaði hann við navni: “Ánanias!” Ánanias svaraði beinanvegin: “Her eri eg, Harri.” Ánanias fekk eini boð: Far til handan og handan bústaðin, har fert tú at finna ein mann, sum biður. Hann hevur fingið at vitað, at ein maður, sum eitur Ánanias fer at koma og leggja hendurnar á seg, so at hann fær sjón sína aftur. Navn hansara er Saul úr Tarsus.

 

So vísur var Gud í, at Ánanias vildi fara, at hann hevði tosað við Paulus um, at hann fór at koma. Sjálvt navnið Saul setti ein skelk í gudsmannin, Ánanias. Saul var oddamaður fyri teir, ið forfylgdu tey kristnu. Hann hevði ætlað sær at avoyða minnið um Jesu eftirfylgjarar.

 

Ein bardagi um lív Saulusar fór fram í andaverðini. Hvussu fór hetta at enda? Fór hann at gerast ein harður mótstøðumaður, sum øll ræddust, ella hin mest virkisfúsi trúboðarin, sum hevur gingið á hesi jørð? Vit kenna bardagan millum andsmaktirnar. Jesus man á guddómligan hátt hava útvegað sær løgligan rætt at heysta inn Paulus, eina himmalska løgfrøðiliga heimild at steðga hesum mótstøðumanni og til radikalt at frelsa hann. Mundi tað í Guds lóg vera rættindi at heysta inn Paulus, tí veruleikin var, at teir, sum steinaðu Stefan, høvdu lagt klæði síni fyri føtur Paulusar.

 

Ella mundi tað búgva eitt ærligt ynski í hjarta Paulusar, eitt ynski at tæna Gudi? Tað var bara tað, at eitt klæði lá yvir andliti hansara, so hann ikki sá skilliga. Hann var íðin um Guds sakir, men ikki við skynsemi. Eitt radikalt møti við Jesus vildi frelst hann.

 

O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Gudi! Ánanias mótmælti, tí hann hevði ongan hug at møta hesum manni. Hann hevði hoyrt nógv ófrættakend tíðindi um mannin.

 

“Far avstað!” segði Harrin. Avgerðin var longu tikin í trónsalinum. “Maðurin er eitt útvalt vitni at bera navn mítt fram fyri heidningar og kongar og Ísraels fólk, og tú skalt eisini siga honum, hvussu nógv hann eigur at líða fyri navns míns sakir,” segði Harrin.

Í Ápostlasøguni 22. kap. stendur hin stóra tala Paulusar til landsmenn sínar í Jerusalem. Her greiðir hann sjálvur frá hendingini í Damaskus:

“Og ein, sum æt Ánanias, maður, sum óttaðist Gud eftir lógini, og sum hevði gott ummæli hjá øllum jødum, ið har búðu, kom til mín og stóð framman fyri mær og segði: “Saul, bróðir, hygg upp!” Og eg hugdi upp á hann í somu stund. Men hann segði: “Gud fedra vára hevur valt teg út til at vita vilja sín og síggja hin rættvísa og hoyra reyst av munni hansara; tí at tú skalt vera honum eitt vitni hjá øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt. Og nú, hvørjum drálar tú eftir? Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar, og ákalla navn hansara.”

 

Ánanias verður bara nevndur í hesi frásøgnini í Bíbliuni. Søgan veit at siga, at hann gjørdist leiðari fyri meinigheitirnar í Damaskusar økinum; men einki meir stendur skrivað um hann. Vit minnast hann, av tí at hann fór til verka, tá ið Harrin talaði við hann, og at hann var lýðin og gjørdi arbeiðið, ið hann varð biðin at gera. Treytin fyri einum atburði sum hansara er, at vit eru fylt av Heilagum Anda.

 

Paulus var ein av týdningarmestu monnunum at boða kristindómin í økinum kring Miðalhavið. Hann arbeiddi meir enn allir, hann skrivaði nógv, hann virkaði við sterkum náðigávum, sum bóru við sær stór undur og kraftargerðir. – Men tað er ein onnur søga. “SHALOM” Effie Campbell umsetti