VIT
„Tá søgdu teir hvør við annan: »Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.« Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. Og teir søgdu: »Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina!« “
1.Mos.11,3-4
Orsakið, um hetta ljóðar eitt sindur hástórt mótvegis teimum fólkunum, sum hava so høga útbúgving, og sum stríðast dag og nátt at bjarga okkara knøtti.
Bjarga honum frá kríggi, fátækradømi, hungursneyð, yvirgangi, misbrúki, náttúruvanlukkum og mongum øðrum. Tað er meir enn nóg mikið at arbeiða við fyri at bjarga knøttinum.
Men hvørja ferð eg hoyri um eina verkætlan, og tær eru mangar, so ljóðar ofta: ”VIT SKULU BJARGA KNØTTINUM!” … tá fái eg kuldaskjálvta.
Gud hevur skapt knøttin – og ta ferðina var alt sera gott. Men syndin kom inn – og síðani hava VIT, fet fyri fet, oyðilagt alt: Menniskju, djór og náttúru. Og nú, uttan at rokna við Gudi, siga vit: ”VIT SKULU BJARGA KNØTTINUM!”
Hetta minnir meg óhugnaliga nógv um støðuna eftir syndaflóðina, har synir og sonarkonurnar hjá Nóa byrjaðu eina nýggja verð, har tey skuldu spreiða seg út um alla jørðina. Men hvat gjørdu tey? Tey søgdu hvør við annan: ”Komið, latið OKKUM gera tigulstein og brenna hann væl!”
Tey brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. So søgdu teir: ”Komið, latið OKKUM byggja bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals – latið okkum soleiðis GERA OKKUM NAVN, so vit skulu IKKI VERÐA SPJADDIR um alla jørðina.” (1. Mós. 11,3-4 V.D.)
Hvat var høvuðsdenturin hjá teimum? Ikki Gud, men OKKUM. Ikki Guds navn, men OKKARA navn. Ikki fyri at gera Guds vilja og spreiðast út um alla jørðina, men hitt øvugta: Fyri at vit IKKI skulu spreiðast út um alla jørðina.
Mannaættin hevur hildið fram í hasum sporinum. Tað einasta, vit hava lært, er, at vit ikki hava lært nakað.
VIT skulu bjarga jarðarknøttinum. Vit skulu gera okkum eitt navn. Vit skulu avgera, hvussu mong kyn tað eru. Vit skulu avgera, hvat ið eitt hjúnalag er. Vit kalla ikki eitt fostur eitt menniskja. Vit rokna ikki við Guds Orði. Vit avgera mørkini hjá Ísrael. Vit avgera tignarstøðuna hjá Jerusalem o.s. fr.
Tað er mitt í hesum myrkri og svikabrøgdum, at vit eru kallað at vera Sannleiki og Ljós og peika á Jesus, sum ikki bjargar hesari klótuni, men gevur okkum eina nýggja.
Moses Hansen. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

