Fær Gud meg í talu?

„Tí verður tað sagt: »Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!« “
Ef.5,14

Fartelefonir, farteldur, hondteldur og elektroniskir álmanakkar gerast lættliga eitt slag av einum trælafúta fyri okkum. Latið okkum spyrja okkum sjálv: “Sleppur Gud at steðga mær? Kann hann fáa mítt uppmerksemi við øðrum enn einari vanlukku?”
e.c. Ums.