Okkara fyrimynd
„Og hann segði við øll: »Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. “
Luk.9,23
Les evangeliini og brøvini, har sært tú, hvat ið Jesus gjørdi. Hann er okkara fyrimynd. Hann segði, at vit skuldu gera tað sama sum hann, ja, uppaftur størri gerningar (Jóh. 14,12). Ein læra, sum ikki stendur í Bíbliuni, er ikki bíbilsk, og hana staðfestir Jesus ikki. Jesus var so einfaldur, vit gera tað ofta til eina teologi.
Gera vit, sum Jesus segði, eru vit dømd at eydnast í tænastuni fyri hann. Øll kunnu verða sett í frælsi av tí ymiska, sum plágar. Í Bíbliuni eru 8.500 lyfti til trúgvandi, sleppa av við ótta, fordøming o.s.fr. e.c.
Edvard Poulsen

