David Brainerd og skreljuormurin
„Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Matt. 28, 19-20
David Brainerd varð borin í heim í 1718 og doyði í 1747. Hann livdi í einari tíð, har indiánarnir í Norðuramerika enn vóru mangir í tali og ofta ógvuliga stríðshugaðir.
Hóast hann livdi so stutt, hevur hann havt stóra ávirkan á kristnu missiónssøguna. Tá á døgum kom tað næstan ikki fyri, at tey kristnu løgdu til brots og fóru út við evangeliinum til ónádd fólkasløg.
David Brainerd fór á ungum árum til New England, og har fór hann at arbeiða millum indiánaættarbólkar og tað við slíkum ágrýtni, at hann sleit seg upp. Úrslitið var framúrskarandi eftir tátíðar mátistokki. Hann var einsamallur, men eftir at hava arbeitt hart í fleiri ár byrjaði vekingin, og óteljandi indiánar komu til trúgv á Jesus og vóru veruliga og av sonnum umvendir.
Tá ið Jonathan Edwards seinni gav út lívssøguna um Brainerd, grundað á dagbøkur hansara, gjørdist hon ein sterk eggjan fyri onnur, eitt nú William Carey, sum vanliga verður roknaður sum fyrsti slóðbrótarin í nútíðar kristniboðan.
——-
Tá ið David Brainerd livdi, vóru tað nógvir indiánaættarbólkar í teimum amerikansku skógunum og úti á grasfløtunum.
Tá ið hann – eftir at hava livað við sakni og nógvum vandum – hevði boðað Guds orð til signingar fyri nógvar ættarbólkar, kendi hann seg eisini kallaðan at fara til ein av teimum villastu ættarbólkunum longri burturi.
Vinir hansara bóðu hann ikki renna seg av fríum vilja inn í henda lívsvvandan, tá teir vistu, at hesi fólk hataðu bleikandlit. Men Brainerd avgjørdi kortini at fara, einsamallur og óvápnaður.
Hann hevði eitt lítið vallaratjald við sær og nakrar fáar lutir afturat, sum vóru neyðugir, tá ið tú skuldi halda til einsamallur inni í skóginum. Tá ið hann nærkaðist høvuðsbygdini hjá ættarbólkinum, reisti hann tjaldið, og ein indiáni sá hann og boðaði beinanvegin høvdinganum frá.
Har varð skundisliga kallað saman til krígsráð, og ein bólkur av krígsmonnum varð sendur avstað at fletta høvuðleðrið av tí hvíta manninum, sum hevði vágað sær inn á teirra veiðiøki. Teir fjaldu seg tætt við tjaldið og bíðaðu, til maðurin fór at koma útum, so teir kundu toyggja hann til jarðar við ørvum sínum.
Men David lá og bað, og tá ið hann gjørdi tað, lá hann ofta í langa tíð á knøum.
At enda møddust indiánarnir at bíða og gjørdu av, at nakrir teirra skuldu sníkja seg yvir til tjaldið at vita, hvat ið hvíti maðurin gjørdi. Teir komu yvir hagar og lyftu spakuliga tjalddúkin eitt lítið sindur, og nú sóu teir, at hann lá á knøum. Tað kom teimum fyri, at hann tosaði við onkran, sum teir tó ikki sóu.
Men hvat hendi nú? Ein stórur skreljuormur, ein klapperslanga, tey kalla, toygdi brádliga sín grima kropp inn undir tjalddúkin á hinari síðuni á tjaldinum, og hon ringdi seg yvir ímóti beinunum á trúboðaranum. Hon lyfti yvirkroppin høgt upp í loft aftan fyri rygg hansara, sum vildi hon høgga sínar drepandi eiturtenn í nakkan á honum. Men tað hendi ikki.
Hon vaggaði aftur og fram nakrar ferðir, legði síðani kroppin niður aftur á jørðina og gleið so út undir tjalddúkin á hinari síðuni.
Indiánarnir høvdu hildið ondini, og hond teirra treiv rimmarfast um stríðsøksina, meðan teir hugdu eftir hesum vandamikla orminum, hvussu hann snúði sær. Hetta var ein stór gáta fyri teir, at ormurin ikki drap henda mannin, tá ið hann sveiggjaði uppi yvir fótunum á honum. Hesin hvíti fremmandi maðurin kundi ikki vera nakað vanligt menniskja! Spakuliga tóku teir seg burtur frá tjaldinum. Tá ið teir komu aftur, søgdu teir høvdinganum frá, hvat ið teir høvdu sæð.
Ímeðan hevði Brainerd fingið vissuna fyri, at bøn hansara var hoyrd. Hann fór tí á føtur, tók Bíbliuna og fór til indiánabygdina. Hann visti als ikki, hvussu tey fóru at taka ímóti sær. Hann visti bara, at hetta vóru blóðtyst fólk, sum hann nú skuldi møta, og at tey hataðu so ómetaligt øll hvít fólk, sum so ofta høvdu svikið tey og farið illa við teimum.
Bilsin varð hann, tí allur ættarbólkurin við høvdinganum á odda kom ímóti honum, og tey vístu seg at vera bæði blíð og týð, og tey heilsaðu honum sum einum leingi væntaðum vini. Tey viðfóru hann enntá sum eina hægri veru, sum ”hin stóri andin” á ein serstakan hátt vardi.
Og tað var ikki til fánýtis, at David Brainerd var farin inn til teirra.
Indiánar í hundraðtali har á staðnum vórðu av sonnum umvendir, og allur ættarbólkurin varð sum umbroyttur av tí evangeliinum, sum Brainerd bar teimum.
”Kirkeklokken” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

