Tungan
„Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: »Krossfest, krossfest!« Pilatus sigur við teir: »Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.« “
Jóh.19,6
Tá ið Dávid verður jagstraður uppi í fjøllunum, far tú so ikki upp í herliðið hjá Sáuli at fella ein ósekan mann, tí Sául fer at falla fyri Dávidi. Tá ið Jósef verður skarndálkaður, og Dánjal verður førdur til leyvubølið, tá ið Háman hevur reist gálga sín, og verðin hevur reist sín kross, far tú so ikki upp í fjøldina, sum rópar: „Krossfest! Krossfest!“ Men tú skalt vera stillur fyri Harranum og bíða eftir Honum!
Krossurin verður ofta ein trappa upp til trónuna. Øvund og útspillan eru líka so fremmand fyri einum heilagum lívi, sum glóðin í junisólini fyri einum fiski. Okkara frumevni, okkara umhvørvi er Gud, og Gud er kærleiki. Kava niður í hansara undurfulla og óendaliga kærleikshav. Hann hevur eitt stórt hjarta fyri børnum sínum. Tú ert eygnasteinur hansara. Víst kanst tú smíla undir eygnabrúm morgunroðans. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

