Samanbering og morðsnigil
„Men ein og hvør skal rannsaka sítt egna verk, og tá skal hann hava rós eina eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. Tí at ein og hvør skal bera sína egnu byrði. “
Gal.6,4-5
Thomas Åleskjær
Vit eru ofta ávarað móti samanberingini. Men hon kemur sníkjandi aftur, sum morðsniglarnir í urtagarðinum. Brádliga er hon har – uttan at tú veitst, hvaðani hon er komin. Slímut og kvirr ekur hon seg fram, og á leiðini leggur hon alt í oyði, sum varð ætlað at blóma.
Á sama hátt oyðetur samanberingin alt, sum var ætlað at vaksa í „okkara hjartans urtagarði“.
Tú ert tú, og eg eri eg, og vit skulu ikki samanbera okkum, men brúka tær talentirnar, tær gávurnar vit hava fingið. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

