Hástór og hugmóðig eyðmýkir Hann
„Tí at hástór og hugmóðig eyðmýkir hann, men hjálpir tí, ið hyggur niður. “
Job 22,29
Hetta bíbliuversið, sum eg skrivi her, er fyrst og fremst ætlað mær sjálvari. Tað stendur í Job 22,29: „HÁSTÓR og HUGMÓÐIG eyðmýkir Hann, men hjálpir tí, ið hyggur niður.“
Um tú leitar í Bíbliuni undir orðum sum hugmóð, erpni, stoltleiki, sært tú fleiri hundrað brot og pettir, sum ávara ímóti tí hugburði.
HUGMÓÐ var orsøkin til fall Lucifers, sum upprunaliga var ein av teimum hægst mettu einglunum. Í stoltleika sínum segði Lucifer: „EG SKAL stíga upp til himna, verða líkur hinum hægsta!“ Jes. 14,13–14.
Hasin hugburðurin førdi til fall hansara. Tí „framman undan undirgangi gongur HUGMÓÐ, og framman undan falli STOLTLEIKI.“ (Orðt. 16,18 V.D.)
Ein tann mest skakandi og ógvisliga lýsingin av AVLEIÐINGINI av HUGMÓÐI, stendur hjá Dánjali 4, 29– 30: „Tá ið eg, Nebukadnezar kongur … spákaði uppi á takinum á kongshøllini í Bábel … segði EG: „Er hetta ikki Bábel hin mikla, sum EG havi reist til kongssetur við veldiga mátti MÍNUM, tign MÍNI til heiðurs?“
Frá tí løtu tók Gud kongsvaldið frá Nebukadnezari, og hann livdi sum eitt dýr tey næstu sjey árini, til hann vendi um frá sínum HUGMÓÐI. Tað var Gud, sum hevði innsett Nebukadnezar, men HUGMÓÐIN fekk valdið – og hann gloymdi at geva Gudi heiðurin.
Tað er ein grund til 1. Tim. 2,2: „Biðið fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt!“
Tey hava makt – sum kann føra til hugmóð – sum kann føra til fall. Moses Hansen Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

