Alt ljósari
„Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur.“
Orðak. 4,18
Tað gongur ímóti viðhvørt; men vit eiga lyftið, at gøtan, sum tey rættvísu ganga, verður ljósari og ljósari. Orðt. 4,18.
Umstøðurnar broytast; men Jesus er hin sami, so hygg ikki at umstøðunum, men upp á Jesus og set títt álit á hann. Hav fokus á Jesus, tá ið Pætur tók eyguni av Jesusi og fór at hyggja at umstøðunum, tók hann at søkka. Tað er sum at sørfa á aldunum, tú kemur út aftur hinumegin. Jesus er altíð har, hann ber gjøgnum stormin, og tú kemur sterkari út aftur. e.c.
Edvard Poulsen

