Ert tú ríkur?

”Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. ”
Matt.6,19-20

Í radioavísini í gjár (juni 2008) varð hesin spurningur settur fram: “Ert tú ríkur?” Seinni í sendingini varð lýst, hvat ið tú skalt hava í løn og eiga fyri at vera ríkur. Mánaðarlønin skal vera minst 58.000 kr, og tú skalt eiga minst 4,3 mill. kr. Uttan at brúka lummaroknara mátti eg staðfesta, at eg hoyri ikki upp í tey ríku sambært mátinum, ið henda verð setur.

Síðani fóru hugsanir mínar til Luk. 12,19-21, har ein maður segði við seg sjálvan:
„Og eg vil siga við sál mína: »Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað!« Men Guð segði við hann: »Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?« Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði.« “

Tað er altso okkurt, sum eitur at vera “ríkur á jørð” og at vera “ríkur í Gudi”. Hesin maður, sum Jesus talar um, umboðar fleirtalið av menniskjum, sum bara kenna eitt slag av ríkidømi, nevniliga tað, sum kann gerast upp í góðsi og gulli, partabrøvum og lánsbrøvum, sethúsi, bili og báti.

Summi eru rík í Evro, onnur eru rík í dollarum, hóast hann er metlágur í virði. Og so eru tað tey, sum eru rík í Gudi, sum sigur við teg og meg: “Barn mítt! Alt mítt er títt!”

 

Eg hoyri ikki upp í tey ríku. Men tá ið eg hoyrdi spurningin í útvarpinum: “Ert tú ríkur?” svaraði eg kortini av mínum eintingum: “Ja, eg eri ógvuliga, ógvuliga ríkur! Tí synd mín er fyrigivin í Jesusi Kristi, og við honum havi eg fingið barnakor hja Gudi. Gud er Pápi mín, eg eri barn hansara. Hann elskar meg, hevur umsorgan fyri mær og leiðir meg rætta vegin líka til mítt himmalska heim. 58.000 kr í løn + eina ogn upp á 4,3 mill. blikna samanborið við mítt ríkidømi, sum tjóvar ikki kunnu stjala, og rustur og aldur ikki bíta á, og sum partabrævakursir og oljuprísur onga ávirkan hava á. Takk Faðir, av tí at eg eri ríkur í tær! Amen. Moses Hansen. Effie Campbell umsetti