Tá ið tað ógjørliga kortini hendir… 1:2
„Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. “
Matt.4,23
Orðini “Enn er vón!” vóru beint tað øvugta av tí, fólk og myndugleikar hildu um Hilde Martinsen.
Við einum góðum og tryggum uppvøkstri heima í Kvelde, eitt sindur norðan fyri Larvik, hevði hon allar møguleikar at eydnast. Kortini kom hon sær í óføri. Hon var full fyrstu ferð bara 12 ára gomul. Tá ið hon var liðug við skúlan, fekk hon starv; men rúsurin fekk meir og meir vald á henni, og sum 15 ára gomul var hon alkoholikari og livdi eitt hart lív tey komandi 25 árini.
Ein av teimum, sum royndi at hjálpa Hilde, var Agnes Møller Jensen. Agnes hevði verið góð við ein týskan hermann undir krígnum og hevði fingið sonin Bjørn Toni við honum. Bjørn dugdi ikki at handfara trupulleikarnar, sum hann rendi seg í sum “týskaraungi”, og hann endaði úti á gøtuni sum heimleysur saman við gott og væl 20 øðrum ungdómum, og ein teirra var Hilde. Hon greiðir soleiðis frá:
“Eg hitti Bjørn í rúsumhvørvinum. Sum týskaraungi bleiv hann eisini happaður í drykkjuumhvørvinum, helst tá ið fólk høvdu kenning. Tá róptu tey eftir honum: “Har kemur týskaraungin.” Hetta var sárt og ein sálarligur snuddur fyri hann.
Eg minnist væl, at Agnes ofta var úti og leitaði eftir soni sínum. Í dag skilji eg væl tann óttan, hon kendi á sær um Bjørn, og at hon legði doyðin á at fáa hann burtur úr rúsumhvørvinum.
Eg visti sum oftast, hvar ið hon kundi finna hann, tí eg gekk jú í sama umhvørvinum; men tað var ikki altíð líka væl umtókt, tá ið Agnes kom, tí tá loypti hon á ein hátt split í okkara umhvørvi, og vit vildu helst hava frið og rúsa okkum. Men tað gjørdist bara verri og verri fyri mín part. Í okkara umhvørvi brúktu vit alkohol, tablettir og hasj, og hetta gjørdist eg næstan beinanvegin bundin av.
Men Agnes var byrjað við síni egnu hjálparætlan, og hon fekk tvey hús frá kommununi. Annars hevði ætlanin verið, at tey skuldu brennast niður í eini sløkkivenjing; men táverandi framsøgufólk fekk broytt hesa viðtøku. Nú gjørdust húsini staðin fyri ein hjálparstøð fyri tey niðurundirkomnu. Her fingu vit mat og húsarúm, tá ið lívið gjørdist ov torført,” greiðir Hilde frá.
“Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið vit siga, at tað, sum Agnes gjørdi, var heilt privat. Í bakrúminum aftan fyri handilin og skósmiðjuna, sum hon eisini rak, ruddaði hon, so rúm gjørdist til eina “móttøku” fyri ólukkulig menniskju. Hetta vóru fólk, sum stríddust við at fáa lívið á rætt kjøl. Og vit vóru nógv í tali, eisini í Larvik. Listin við nøvnum vaks støðugt, hetta vóru menniskju, sum vóru við undirlutan í einum meir og meir hørðum og krevjandi samfelagi.
Hjá Agnes var gáttin lág. Har var høgt til loft og vítt til veggja, og næstakærleiki møtti teimum niðurundirkomnu. Skrivstovutíðin sveiggjaði sum pendulið i klokkuni, sjálvt um mong av teimum vitjandi helst komu eftir afturlatingartíð. Trupulleikarnir hjá fólki hava ikki fasta klokkutíð, og teir verða vanliga nógvar ferðir størri, tá ið náttarmyrkrið kom, og kvirran valdaði,” sigur Hilde, sum veit alt ov væl, hvat ið tað er, hon tosar um.
Vit hittu Agnes Møller Jensen, og hon sigur um Hilde:
“Eg royndi at vísa Hilde, at tað lívið, hon livdi, var einki lív. Onkuntíð megnaði hon at halda seg burtur frá rúsinum fyri síðani at detta útí aftur. Tá ið hon var ringast fyri, var hon so rúsað, at hon mátti sita úti á trappuni og eta, og tað hevur hon ongantíð gloymt.
Men okkurt hendi – tí í dag er Hilde vorðin ein flott dama. Hon gongur í Betania og hevur fingið skil á lívi sínum. Hon, sum fyrst var púra niðurundirkomin av rúsi, er í dag ein týdningarmikil persónur, sum hjálpir øðrum, sum hava tað ringt. Tað, sum er hent við henni, er eitt satt undur,” sigur Agnes Møller Jensen.
Edvard Poulsen

