Guds trúfesti
„Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum. “
Es.46,4
Gud er trúfastur, ja, Hann er trúfastur heilt til endan. Í Jesaja 46,4 stendur: ”Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána …” Tá ið vit gerast gomul, veik og skroypilig, tá fer Gud ikki frá okkum. Nei, hann ber, lyftir og bjargar okkum. Vit kunnu leggja okkum afturá og hvíla okkum uppat hansara brósti.
Hetta fingu vit at sanna nú eitt kvøldið, tá ið vit vóru farin niðan á Lágargarð at halda andakt í samband við missiónsvikuna í Havn. Vit saknaðu eina konu, sum hevði verið so trúføst at gingið á møti í Meinigheitshúsinum, líka til hon ikki var ment longur. Hon fer at fylla 99 ár nú í summar.
Vit vóru tvær, sum fóru inn á kamarið hjá henni. Tá liggur hon í songini og syngur undurfulla sálmin hjá Brorson. Hon sá ikki okkum, tí hon lá í hálvmyrkri, og vit stóðu úti við dyrnar. Vit stóðu kvirrar, meðan hon sang. Tað var ein hugtakandi løta, og vit blivu so signaðar av hesum góðu orðunum. Tað er alt evangeliið, sum er savnað saman í hesum báðum versunum. Um evnini ganga fyri, og tú gloymir alt, so gloymir tú aldri Jesus, og hann heldur fast til endan. Les sangin tvær ferðir ígjøgnum, so tú rættiliga fært fatur á evangeliinum og sært, hvat ið Jesus hevur gjørt fyri teg.
Hvo vil mig anklage,
og for dommen drage
hen på Sinai?
Synden jeg bekender,
mig til Jesus vender,
så gør han mig fri.
Mød mig da
på Golgata!
Jesus skal min sag antage,
hvo vil mig anklage?
Hvo vil mig fordømme?
Jesu blodestrømme
sænker jeg mig i;
Gud i himmerige
dømme vil og sige:
Denne han er fri;
han er to’t
i Jesu blod!
Satan, synd og død må rømme,
hvo vil mig fordømme.
Edvard Poulsen

