Ævigt lív?
”Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?” Luk. 10,25
Ein sera vigtigur spurningur fyri hvønn einasta av okkum.
Veist tú svar uppá henda spurning?
Jesus fekk henda spurning frá einum sum kendi lógina í Gamal Tesamenti sera væl, men hann vildi hava Jesu svar uppá spurningin. Tað var gott, tí tá vendi hann sær til tann rætta at spyrja um slíkan spurningar.
Men trupuleikin var, at tað var ikki av erligheit, at hann setti spurningin, men tað var fyri at freista Jesus. Av somu grund, gav Jesus honum eisini eitt svar út frá lógini, tá ið Jesus setur ein mótspurning; ”hvat stendur skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?
Tað visti hesin lógkøni væl, hvat í lógin segði og kravdi, fyri at ein menniskja skuldi arva ævigt lív, og tí sigur Jesus við hann, at tað er tað sum hann skal gera, at fylgja lógini til punkt og prikka.
Sjálvt um hann er vælvitandi um at tað klárar hann ikki, so eyðmýkir hann seg ikki, og biður Jesus um at frelsa seg, og soleiðis fáa tað æviga lívið í gávu, og ikki gjøgnum gerningar.
Vit hoyra tíðanverri ikki meira um henda lógkøna.
Men vit hoyra um ein annan, sum setti nakað sama spurning, og tað av hjarta; ”harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?”
Svari hann fekk var ”trúgv á Harran Jesus..”
Hevur tú tikið ímóti hesum frelsara, Jesus Kristus, sum kann geva tær ævigt lív?