Alt okkum tørvar
Eg havi mangan tosa við fólk, sum ikki vilja fylgja Jesusi, tí tey síggja bert tað, tey missa við at geva Jesusi sítt lív. Tey síggja Gud sum ein strangan pápa, ið bara setir reglar, so at tey ikki kunnu hugna sær og njóta lívið. Hetta er púra skeiv mynd av Gudi.
Mær dámar væl at samanbera okkara lív við ein bát. Ein bát, ið er bundin fast til keiina. Fleiri hugsa, at um bandið millum bátin og keiina slitnar, so er báturin fríur. Men so er ikki. Tí slitnar bandið, er báturin jú bundin av sjógnum, ættini, vindinum, aldunum og øllum viðurskiftunum á sjógnum.
Vit halda mangan, at vit eru frí, tá vit slíta okkum frá Gudi, men sannleikin er tann, at vit eru bundin av heiminum og syndini. Vit gerast ikki fræls fyrr enn vit binda okkum til Gud.
Gud gevur okkum ikki lógir, fyri at straffa okkum og steðga okkum frá at stuttleika okkum. – Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum? (Róm 8,32) Gud gevur okkum lógir, tí hann elskar okkum. Vit fáa kanska ikki alt tað, sum heimurin bjóðar okkum, men vit fáa alt, okkum tørvar.