At leggja eina grímu á

Skrivað: Suffía Nón

Tá ið vit leggja eina grímu á eitt ross og tað fær meilina í munnin, fáa vit fult tamarhald á rossinum, og  vit kunnu stýra hesum stóra og sterka dýrinum hagar, sum vit ynskja. Hugsa so um tey risastóru skipini, sum sigla yvir hav. Summi eru so stór sum smáar oyggjar og hava fleiri túsund hestakreftir. Ja, hetta eru veruliga kempur úr stáli. Men uppi á brúnni stendur skiparin og hevur fult tamarhald á hesari stálkempuni og stýrir henni hagar, sum hann ynskir.

Menniskjan hevur so við og við fingið tamt hvørt dýra- og fuglaslag, skriðdýr og sjódýr. Menniskjan hevur eisini fult tamarhald á øllum maskinum og tøkniligari útgerð, á landi, í sjógvi, í luftini, og enntá úti í rúmdini.

Men tað er eitt “lítið” ting, sum vit hava sera ilt við at temja og fáa fult tamarhald á, og tað eru okkara tungu. Tungan kann verða eitt ónt lítið ting – full við gift – ið ongantíð hvílur. Vit bæði lovprísa Gudi og spotta onnur menniskju við somu tungu. Vit syngja lovsong og sálmar og spjaða ónt slatur við somu tungu. Hetta eigur ikki at verða soleiðis; vit mega læra okkum at temja okkara tungur, eins og vit kunnu temja stór og vill djór.

Minnist tú seinast, onkur segði okkurt við teg, ið gjørdi, at tú føldi teg væl og varð glað/ur? Og hvussu var, tá ið onkur segði okkurt við teg, ið gjørdi, at tú varð kedd/ur? Hevur tú nakrantíð sagt okkurt særandi við ein annan?

Við okkara lítlu tungum hava vit eitt stórt vald. Um vit ikki leggja eina grímu á hana og halda henni í føstum teymum, kann hon uppá stutta tíð dálka okkara lív og tey, sum eru rundan um okkum.

Hugsa um hetta: Hvussu kunnu vit temja okkara tungu, soleiðis at hon í gerandisdegnum spjaðir meira gleði og uppmuntran?

Jú, vit kunnu biðja Jesus hjálpa okkum við at leggja grímu á okkara tungu. Hann kann hjálpa okkum soleiðis, at vit hugsa okkum um, áðrenn vit siga nakað við onnur.

Vit øll ynskja – og hava brúk fyri – at fáa eitt herðaklapp viðhvørt. Øll ynskja at fáa eitt gott orð, eina uppmuntran ella rós. Eingin ynskir at verða særdur ella spottaður. Vit mugu minnast til at tosa við onnur, sum vit sjálv ynskja, at onnur skulu tosa við okkum. Hetta kann Jesus hjálpa okkum við.