At vitna

„Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.« “
Áps. 1,8

 

“So elskaði Gud heimin …,” segði Jesus. Vit hava sanniliga okkurt at fortelja fólkasløgunum, eina frásøgn um kærleika og ljós.

At ferðast gjøgnum oyðimørkina saman við øðrum og líða av tosta, og so finna eina keldu og drekka úr henni sjálvur, uttan at siga hinum frá, so at tey eisini kunnu verða bjargað, tað er júst hitt sama sum at njóta Kristi frelsu uttan at siga øðrum um hana.

Í Jósvabók lesa vit um ísraelsmenn, sum skuldu fara inn og leggja tað landið undir seg, sum Gud hevði lovað teimum. Eins og ísraelsmenn hava vit eitt “land”, sum vit skulu leggja inn undir okkum, og tað eru øll tey óumvendu, vit koma í samband við. Tað gera vit við at vitna fyri teimum – fortelja teimum um Jesus – og biðja fyri teimum.

 

Mong menniskju, sum ikki eru trúgvandi, suffa: “Hvørjum skulu vit trúgva? Skriftin verður jú týdd akkurát, sum tað hóskar einum og hvørjum, og øll siga tey seg at hava rætt!”

Jú, ivaleyst er tað so! Men lat teg ikki freista at halda, at Bíblian hevur skuldina. Bíblian gongur beint ímóti tíðarinnar tolkingar-ruðuleika! Her eru tvey dømi:

„Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, “
2. Tim. 4,3

 

„Og mong skulu fylgja teimum í ósiðum teirra, so at sannleikans vegur fyri teirra skuld skal verða spottaður. “
2. Pæt. 2,2.

Á, sum tað er neyðugt í dag at verða varðveittur í sannleikanum, so vit ikki lata okkum tøla av tulkingar-snildum!

 

Men Harrans orð stendur fast – óvikandi sum kletturin og boðar okkum beint í tíðarinnar tolkingar-ruðuleika: „ein harri, ein trúgv, ein skírn; “ Ef. 4,5

 

Gud hevur ikki kallað okkum at tulka, men at vitna! Og júst tað vilja vit halda á við: Vitna um ein livandi Frelsara og hansara dýrd og megi. – Hann, sum ber eld í hondum sínum, fær ongantíð bíðað leingi.

E. Campbell umsetti