Atkomuligur fyri øll
Tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. Mt 7,14
Av einara av monnum gjørdari brúgv á tí lítlu oynni Eluthera á Bahamasoyggjunum, kunnu vitjandi skoða tann stóra mótsetningin, sum er millum tað uppøsta myrkabláa Atlantshavið og tað stilla grønbláa Karibiska havið. Gjøgnum øldirnar hava ódnaveðrini máa burtur uppruna landslagið, sum var eyðmerkt av einum steinboga ella steinbrúgv. Glasbrúgvin, sum er komin ístaðin, er eitt vælkent ferðamannamál, ofta kallað ”tað smalsta staðið á jørð”.
Bíblian lýsir vegin, sum leiðir til ævigt lív, sum smalan “og fá eru tey, ið finnan hann” (Mt 7,14). Portrið er trongt, og Guðs Sonur er einasta brúgvin sum bindur saman sambandið millum fallin menniskju og Guð Faðir virkað av heilaga andans kraft (v 13-14; sí Jóh 10,7-9; 16, 13). Hinvegin, sigur skriftin eisini, at trúgvandi av øllum fólkasløgum, tjóðum og samfelagsstættum kunnu koma inn í himmalin og har fara at
boyggja seg fyri konganna kongi og tilbiðja og syngja framman fyri Guds trónu (Op 5, 9). Hesin undrunarverdi einleiki fevnir um alt Guðs fólk, hóast tann stóra ymisleikan.
Hóast vit, vegna okkara synd, eru skild frá Guði, so eru vit sum Guðs skapningar boðin at koma inn til ævigt lív í himmalinum, og har koma vit, við her í lívinum at ganga tann smala vegin, sum er Kristus. Hansara offur á krossinum, uppreisnin úr grøvini og himmalsferð eru góð tíðindi, sum eru til øll og verd at boða í dag og hvønn dag.