Av himni hátt

 

”Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”
Luk.2,10-11

 

Um morgunin ein jólaaftan sat Martin Luther í arbeiðsrúmi sínum og hugsaði um prædikuna, hann skuldi halda jóladag. Tá kemur kona hansara, Käthe, inn bæði móð og troytt og sigur við hann: ”Eg orki als ikki at gera alt mítt arbeiði liðugt til í morgin, uttan tú tekur hond í við mær. Ber tær ikki til at seta teg inn til vøgguna hjá Hanusi, so eg verði leys av honum eina løtu?”

Hesin mæti kirkjufaðirin fer tá tolin úr prædikuarbeiði sínum við Bíbliuni í hondini inn í stovuna til vøgguna at seta seg at eygleiða tað lítla sovandi barnið. Meðan hann situr her, fer hann at grunda yvir, at Guds einborni sonur einaferð hevði ligið á sama hátt í eini krubbu sum eitt fátækt menniskjabarn. Sum hann sat í hesi hugsan, elvdust slíkar kenslur honum í barmi, at hann fór eftir hørpu síni og settist at leika. Og her við vøgguna við Bíbliuni framman fyri sær og við hørpuni í hond yrkti hann sálmin:

Av himni hátt ein eingil ber.

Luther varð so glaður fyri henda sálmin, at hann seinni takkaði konuni fyri, at hon hevði órógvað hann, meðan hann sat við jólaprædikuni.

Hesin sálmur er nú kendur um allan tann kristna heimin sum ein av teim mest sungnu jólasálmunum.
a.týddi

Av himni hátt ein eingil ber.
Av himni hátt ein eingil ber
stór gleðiboð um alla verð,
tey tíðindi so góð og blíð,
sum ganga skulu alla tíð:

2. Í dag eitt lítið barn er føtt,
sum neyð og syndamein fær bøtt,
tað Harrin Jesus Kristus er,
sum vandastøddum frelsu ber.

3. Tað okkum er til merkis sagt:
Í fjóskrubbu vit finna lagt
tað lítla barn á armóðs strá,
sum tó á øllum hevur ráð.

4. So fara vit øll hjartans glað
við hirðunum í Dávids stað
ta jólagávu har at fá:
Guðs einkarson nú okkum hjá.

5. O, Jesus, tú vælkomin ver,
tú synda vegna komin er
í míni neyð at hjálpa mær,
eg aldri kann fulltakka tær.

6. Tín lega hoyggj og hálmur er,
av spjørrum fekst tú reiv títt her,
men eingin dýrd tó foldum á
kann metast við títt armóðs strá.

7. Øll verøldin í vídd og breidd,
um skrýdd við gulli, silki reidd,
var ov ring vøgga tó til tín,
sum kom av himni her til mín.

8. Men hetta líkaði best tær,
tí at tú vildi sýna mær,
at heiður, makt og gull á fold
skal metast javnt við rusk og mold.

9. Nú, kæri Harri, Jesus Krist,
kom, fá hjá mær tær innivist,
her er mítt hjarta, set har búgv,
so eg teg eigi í vón og trúgv.

10. Í lágu smáttu, høgu borg
nú stilnar saknur, mildnar sorg,
tí nú rann upp Guðs kærleikssól,
tí halda vit við gleði jól.

Martin Luther 1535.
Hans Tausen 1553. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 12 a og b.