Bíbil-bókin
”Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. ”
Jós.1,8
Orðið bíbil merkir á grikskum máli ”bókin” ella ”bøkurnar.” Summir umsetarar halda, at orðið bíbilin merkir, ”bókanna bók” ella ”kongurin millum bøkurnar.”
Bíbilin er ”Guds bók”. Í henni stendur ikki bara Guds orð, men í henni stendur Guds falsleysa orð til okkum menniskju. Tí er bíbilin heimsins besta bók, men eisini heimsins mest løgna bók.
Bíbilin hevur makt til at loysa bundin og geva plágaðum frælsi.
Hon reinsar hjarta og turkar tár.
Hon er matur fyri tann, ið svangur er, og drekka fyri tann, ið tystur er.
Hon er ljós á leiðini hjá ferðamanninum, eitt kort hjá siglingarmanninum.
Hon er fylgisveinur hins einsamalla og vinmaður hansara, ið syrgir.
Hon er styrkin hjá tí veika og heilsubót hjá tí særda.
Hon avdúkar falslærarar og týnir avgudar.
Hon er ein spegil – ein hamari – ein eldur – eitt svørð.
Hon er ein rødd, ið hartar syndina, og tí er hon versti fíggindi djevulsins.
Ja, bíbilin er sanniliga heimsins besta, men eisini heimsins løgnasta bók.
Latum okkum tí:
Lesa hana fyri at gerast vís, –
trúgva henni fyri at vera frelst, –
gera eftir henni fyri at vera heilag.