”Bill! Tað er Jesus!”

”Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: »Miskunn mær líkar, og ikki offur.« Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.« ”
Matt.9,13

 

Trolli Neutzsky Wullf
Eingin minnist longur, hvat hann æt meir enn Bill. Hann var jú ikki annað enn eitt gamalt neyðardýr, sum mátti stríða seg gjøgnum lívið so frægt, sum hann kundi.

Einaferð hevði hann staðið vónríkur á gáttini inn til lívið, til reiðar at taka tøk við ungu kreftum sínum. Tíverri gjørdist tað í staðin fyri soleiðis, at tað bleiv alkoholið, sum tók tøk við hann.

Tí hin vónríki ungi maðurin gjørdist trælur hjá alkoholi. Fitta, unga kona hansara fór frá honum, tá ið hon skilti, at tað einasta, hon kundi vænta sær av hjúnalagnum, var hin tungi luturin hjá eini drykkjumanskonu. Og tá ið hon var farin, var einki, sum kundi halda honum uppi.

Við veika lyndi sínum rak hann viljaleysur heimanífrá við streyminum, og fyri hvørt árið sakk hann djúpari og djúpari niður í synd og vesaldóm. Nú var tað langt síðani, at hann endaði millum útskotini í milliónbýnum Toronto í Kanada.

Hann var væl kendur gestur hjá teimum ymsu kristnu hjálparfelagsskapunum. Hann plagdi at koma hagar, óvaskaður og skitin og luktaði av bíligum alkoholi, at fáa sær eitt sindur av mati ella eitt stað at sova.

Eingin visti, hvussu ofta tey høvdu roynt at prátað við hann og víst honum vegin til Jesus. Men alkoholmisnýtslan hevði gjørt hann so dølskan, at tað sýntist ikki, sum nakað festi seg hjá honum. Hann sat bara og lurtaði uttan at látast um vón.

So góvust tey og lótu hann vera og royndu seg við øðrum, sum góvu betri vónir. Bill hoyrdi til teirra, sum einki menniskja kundi hjálpa.

Men hóast tað hoyrdi hann støðugt evangeliið verða boðað, tá ið hann kom inn á møtini. Hann hoydi um Jesus sum syndara vin, og um blóðið, sum reinsar frá allari synd. Eingin sá, hvat ið hann hugsaði og føldi, har hann sat, lítil og samanhoknaður, og lurtaði eftir Orðinum, sum ongantíð skal venda tómt aftur.

Og ein dagin møtti Bill Jesusi. Eingin veit, hvussu tað ber til, men broytingin varð sjónlig fyri øll. Alkoholdeymurin var burtur, klæðini blivu reinari, og andlitsbragdið varð eitt annað.

Eingin annar hevði verið hjástaddur, tá ið Bill og Jesus møttust, og hin gamli drykkjumaðurin slapp at leggja syndabyrði sína av við krossins fót. Ein friður, sum hann ikki hevði kent, síðan hann var heilt ungur, fylti sál hansara.

Tað var so ótrúliga lítið, hann skilti av evangeliinum. Hann var enn einsamallur og varð ongantíð roknaður sum ein fullgóður bróðir hjá teimum kristnu. Hann hevði verið stemplaður sum eitt útskot, og tað stemplið megnaði hann ikki at broyta. Hann royndi tað annars heldur ikki. Hann var so vanur við, at eingin roknaði hann fyri nakað, at tað var vorðið náttúrligt fyri hann.

Alt, hann skilti, var, at Jesus var blivin besti vinur hansara, og at øll dapra fortíð hansara var fjald undir blóðinum. Men tað var eisini meir enn nóg mikið.

Hann fekk til vana at fara inn í eina kirkju hvønn dag og leggja seg á knæ við altarið. Hann segði altíð tey somu orðini: ”Jesus! Tað er Bill!”

Meir nýttist honum ikki at siga, tí tað ráddi fullkomið samljóð millum hann og Frelsara hansara. Tá ið hann hevði ligið á knæ eina løtu, reistist hann og fór út aftur, styrktur í trúnni og fyltur við stórari gleði.

So bleiv hann sjúkur og koyrdur á sjúkrahús. Reinvaskaður og fínur lá hann í song síni og var so inniliga takksamur fyri alt, sum varð gjørt fyri hann. Ongantíð høvdu tey havt ein so takksaman sjúkling sum Bill.

Holly, ein ung sjúkrasystir, varnaðist, at hann ongantíð fekk vitjan, bræv ella blómur. Henni tókti synd í honum og spurdi, um hann ikki hevði skyldfólk ella vinir, sum hon skuldi fáa fatur á. ”So fekst tú kanska vitjan av og á,” segði hon eymliga. ”Tú liggur so einsamallur her.”

Hann risti við høvdinum. Hann átti hvørki ætt ella vinir. Uttan ein, sjálvandi. ”Og hann vitjar meg hvønn dag.” segði hann. ”Hvønn einasta dag kemur hann og vitjar meg.”

Holly ivaðist stórliga. Hon hevði ongantíð sæð nakran við song hansara. Men nú gjørdist Bill ágrýtin: ”Hvønn einasta dag á middegi kemur hann og stendur við song mína. ”Bill! tað er Jesus!” sigur hann og hyggur so milt at mær… Hann er so fittur og so góður, so góður. Hann hevur lovað mær, at eg skal sleppa heim við honum.”

Holly vildi ikki trúgva hesum. Hon var ikki trúgvandi, men um tað kundi gera henda gamla mannin lukkuligari, skuldi hon ikki órógva dagdreymar hansara.

Men Bill visti, at hetta vóru eingir dagdreymar. Um eingin annar í stovuni kundi síggja Jesus, so sá hann hann, og hann lá altíð og gleddist til tað løtuna, tá ið hin milda røddin náddi honum: ”Bill! Tað er Jesus!”

Tað gekk skjótt aftur á hondini hjá honum. Kroppurin var ov veikur at gera mótstøðu móti sjúkuni, og sjálvt hin besta røktin kundi ikki hjálpa honum.

Hin einasta, sum var til staðar, tá ið hann doyði, var Holly. Hon kom av tilvild inn beint tá. Hon sá smílið, sum breiddist um andlitið á Bill, og hon hoyrdi hann teska við veikari rødd: ”Á, takk Jesus, at tú komst eisini í dag.” Hon sá hann rætta hondina út, sum rætti hann onkrum hana.

So dró hann sítt síðsta lætta suff og fór heim við Frelsara sínum fyri ongantíð aftur at skiljast frá honum.
E.Campbell umsetti