Bøn um fyrigeving er einasta gongda leið

Skrivað: Jógvan Fríðriksson

“Men tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt” (Sl 3,2).

Ein vøkur staðfesting eina svára løtu, nú skaldið er við at missa mótið. Tað leikar á, bæði rundan um og innan í sál og sinni. Trúgvin verður roynd, og støðan verður ikki betri, tá mótstøðumenn boða frá, at sjálvt Gud hevur vent skaldinum bakið.

Í innganginum fáa vit at vita, at skaldið er hin mæti kongur Ísraels. Sálmurin verður tíðarfestur og sipar til tíðina, tá Dávid flýddi undan syni sínum Absaloni.

Í hesum søguliga høpi verður eitt áhugavert ljós varpað inn yvir sálmin. Í Hebron føddu seks ymiskar kvinnur Dávidi hvør sín son. Hin triði sonur Dávids er føddur av Máaku, og hann fekk navnið Absalon, ið merkir “friðarinnar faðir” ella “faðirin er friður”.

Um Absalon verður sagt, at hann er vakur og fríður í ásjón. Vøkur var eisini systur hansara Tamar, ið varð orsøk til, at ilt kom millum elsta bróðurin Amnon og Absalon.

Ósemjan millum brøðurnar breiddi seg til faðirin. Absalon tók til rýmingar og varð burturi í drúgva tíð. Tá nøkur ár vóru liðin, var Absalon náðaður og kom heim aftur til faðir sín. Komin heimaftur royndi Absalon at taka valdið við einum statskvetti, og faðirin varð noyddur at flýggja, til tess at bjarga lívinum.

Tá Dávid á sinni hevði vitjað Batsebu, boðaði profeturin Nátan frá, at stríð og ófriður skuldi koma yvir hús Dávids. Orðini hjá profetinum gingu út, og hin navnframi kongurin er í kreppu og sálarneyð.

“Svá sigur Harrin, Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og eg bjargaði tær úr hondum Sauls; eg gav tær hús harra tíns, og konur harra tíns legði eg í armar tínar; bæði Ísrael og Júda fekk eg tær. … Hví hevur tú vanvirt orð Harrans og gjørt tað, ið honum mislíkar? Uria Hetita hevur tú felt við svørði, konu hansara hevur tú tikið tær til konu… Tí skal svørðið ongantíð víkja frá húsi tínum, aftur fyri at tú vanvirdi meg og tókst konu Uria Hetita tær til konu” (2. Sam 12,7-10).

Bønin um fyrigeving var hin einasta gongda leiðin: “Men, tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt”.